Hundurin Støk datt oman vestanfyri á Kalsoy fyri sløkum trimum mánaðum síðani. Fòlk vórðu í haganum og hegnaðu, tá hundurin var áhaldsin og datt oman.
Jógvan Johannesen greiðir frá, at leita var bæði á landi og sjógvi eftir hundinum, men hann var ikki at síggja. Eisini vórðu eyguni hildin eftir honum tá heystfjøllini blivu gingin, men eingin bar eyga við hundin. Tí var hann uppgivin.
Til tíðir hendir tó eitthvørt, ið torført er at greiða frá. Í morgun kom hundurin aftur í Mikladal. Næstan tríggjar mánaðir eftir, at hann datt oman.
Jógvan Johannesen, ið hevur lagt eina mynd ut á Facebook skrivar, at hetta er í roynd í veru ein ótrúlig hending og at tey standa eftir við nógvum spurningum, ið tó ikki verða svaraðir.
Nú fegnast tey bert um, at hundurin er komin aftur í øllum góðum.