Vár er heimsmeistari

U-23 kvinnur: Vár Guriardóttir Hansen vann gull á 500 metrum í HM í inniróðri

Korona er orsøk til, at HM kappingin í inniróðri, sum ætlanin var í hesum døgum skuldi vera í Týsklandi, verður hildin kring allan heimin.

 

Í Føroyum hevur kappingin verið í høllini á Læraraskúlanum í gjár og í dag.

 

Vár Guriardóttir Hansen luttók í gjár á 500 metra teininum, og í dag hevur hon luttikið á 2000 metra teininum.

 

Í gjár endaði Vár fremst, og er hon harvið heimsmeistari á 500 metrum fyri kvinnur í U-23 bólkinum.

 

Vinnaratíðin hjá Vár var 01:30.7.

 

Í dag kappaðist Vár Guriardóttir Hansen á 2000 metra teininum. Tá endaði hon á fimta plássi. Tíðin hjá henni var 07:23.5