Beint fyri middag í gjár kom ein kvinna inn á Politistøðina í Havn og boðaði frá einum harðskapsmáli.
Kvinnan vildi tosa við løgregluna, tí samlivari hennara hevði gjørt henni ónáðir heima við hús.
Hon upplýsti, at hann var vorðin heldur illur í sær, og hevði í fyrsta lagi brotið ymisk ting innanveggja, eins og hann hevði lagt á seg.
Hon vildi nú melda hann fyri harðskap.
Tá vit tosaði við vakthavandi á Politistøðini í Havn fyrr í morgun, fingu vit upplýst at ein maður er skuldsettur fyri harðskap í hesum málinum.