Nettosølan hjá móðirfelagnum er slakar 25 milliónir krónur ímóti góðum 8 milliónum árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 125,5 milliónir krónur ímóti 182 milliónum árið fyri.
Leiðslan skrivar í ársfrágreiðingini, at hon metir ársúrslitið vera nøktandi.
Tøki peningurin er í 2018 øktur við 264 milliónum krónum til 682 milliónir krónur.
P/F Varðin eigur 100% av partapeninginum í P/F Hvamm, P/F Krossbrekku, P/F Driftini, P/F Gulenni, P/F Desini og P/F Varðin Invest. Feløgini eiga skipini M/T Trónd í Gøtu, M/T Finn Fríða, M/T Jupiter, M/T Tummas T, M/T Høgaklett og M/T Rankan. P/F Varðin Invest er íløgufelag.
Harumframt eigur felagið 60% í felagnum P/F Skygni og 76,19% av P/F Varðanum Pelagic, 50% í Faroe Origin og 50% í Faroe Marine Products.
Bruttovinningur í konsernini var 371 milliónir krónur í mun til 355 milliónir í fjør. Starvsfólkakostnaðurin hækkar í árinum til 180 milliónir í mun til 165 milliónir krónur. Avskrivingarnar lækka úr 78,8 milliónum til 60 milliónir.
Felagið ger eisini í ársfrágreiðingini vísir eisini, hvussu úrsllitið er áðrenn skatt og avgjøld:
##med2##
Týdningarmesta inntøkan hjá felagnum stavar frá fiskiskapinum og prísunum. Uppsjóvarskipini hjá felagnum fiskaðu í 2018 180.934 tons fyri 528.427.000 krónur ímóti 187.840 tons fyri eitt virði á 497.890.000 krónur í 2017.
Hetta gevur ein miðalprís á 2,92 í 2018 móti 2,65 kr/kg í 2017. Hetta er ein lækking í nøgd á umleið 7.000 tons, men ein hækking í søluni á áleið 31 milliónir krónur. Miðalprísurin hækkaði við 27 oyrum fyri kilo frá 2017 til 2018. Makrelprísirnir hækkaði meira enn 1 krónu fyri kilo frá 6,72 til 7,85. Sildaprísurin helt áfram á sama lága støði, og var í miðal púra óbróyttur á 3,10 kr bæði æarini. Svartkjaftaprísirnir hækkaðu harafturímóti nakað, frá 1,25 kr fyri kilo í 2017 til 1,60 kr fyri kilo í 2018. hetta gevur eina hækking á 35 oyru. Lodnuprísirnir lækkaðu við 90 oyrum fyri kilo frá 5,03 til 4,13 kr fyri kilo.
Tað er í stóran mun heimsmarknaðurin sum ger av prísirnar, men góðska og marknaðaføring hava eisini sína ávirkan. Væntað verður, at Varðin pelagic, sum lat upp aftur um mánaðarskiftið august/september í 2018 fer at hava eina jaliga ávirkan á prísirnar í 2019.
##med3##
Felagið vísir eisini á, at sølan hjá samtakinum í stóran mun er ávirkað av gongdini í altjóða búskapinum og serliga evropiska búskapinum.
Ein ávísur valutaváði kemur av, at stórur partur av søluni hjá Varðanum Pelagic verður goldin í amerikonskum dollarum, og ein lutvíst stórur partur av útflutniginum fer til Russland. Luturin til Russland er størri, tí at Noreg, Ísland og ES ikki kunnu selja til Russland.
Samtakiið er í ávsían mun viðkvæmt fyri broytingum í rentustøði.
Væntandi verða kvoturnar hjá samtakinum á leiða sama støðið í 2018, møguliga ein lítil lækking.
Felagið vísir eisini á, at uppsjóvarvinnan frá nátúrunnar hond er ein óstøðug vinna, ið kann sveiggja nógv í rávørutilfeingi og úrtøku. Ósemjur millum strandarlondini um kvotabýtið ávirka støðuna, umframt møguliga auppboðssølur og gongdin áprísum á altjóða marknaðinum.
Samtakið fer framhaldandi at leggja stóra orku í at betra enn meira um lønsemi. Mett verður, at úrslitið komandi á verður á sama støði sum í 2018, skrivar felagið í roknskapinum.
Eginpeningur felagsein er 1.339.156.000 krónur.
Vinningsbýti til eigararnar í 2018: 36.480.000 krónur.
Fakta um P/F Varðan:
Stjóri: Jákup Jacobsen
Nevndarformaður: Jógvan Dávid Jacobsen
Nevndarlimri:
Bogi Jacobsen
Frits Thomsen
Jákup Jacobsen
Jógvan Petur Hentze