Úr innihaldinum í nýggjasta Varðanum kann millum annað nevnast forkunnug grein, har Eivind Weyhe skrivar søguna um kenda sangin "Í góðum veðri hann dyrgdi", sum als ikki er so rótføroyskur, sum fólk flest munnu ímynda sær.
Í greinini "Írskir munkar í Føroyum" vísir Zakaris Wang á, at tað er lítið, sum bendir á, at írskir munkar hava verið í Føroyum sum annað enn rekavætti, meðan tað er próvfast, at nakrar írskar konur hava fest búgv í Føroyum saman við norsku landnámsmonnunum.
Malan Poulsen hevur drúgva grein um skaldsøguna "Tema við slankum" eftir Sólrún Michelsen, sum hon greinar í størri bókmentaligum perspektivi.
"Tá málstrevið byrjaði" er heiti á grein, sum Tummas Lenvig hevur týtt til føroyskt. Hetta eru greinar um føroyska málið, sum hava staðið í Dimmalætting fyri stórt hundrað árum síðani, og sum lýsa ta meting, sum fólk tá høvdu um føroyska málið.
Hanus Kamban hevur hugleiðingar um upprunan til Essay-tekstaslagið, og um hvørjar tankar nútíðar føroyskir essayhøvundar eiga at gera sær um málburð.
Ritstjóri á Varðanum er Poul Andreasen.
Varðin fæst í bókahandlum kring landið