Var rørdur um endurvunnað FM heitið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tað er ikki altíð so lætt hjá einum skipskokki at fylgja sínum yndisliði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við skipskokkin og B36-fjepparan, Niels Jacob Heinesen, sum var á Rás2 ein stóran tíma aftaná FM heitið var endurvunnið, aftaná 2-1 heimasigurin hjá B36 yvir TB.

 

Niels Jacob viðgongur, at hann var rørdur um, at tað hevði eydnast at endurvinna FM heitið á fyrsta sinni, tí hann minnast dagarnar seinast í 20. øld, tá tað gekk minni væl hjá. Satt at siga fekk hann ikki sagt tað stóra við spælararnar hjá B36, tí hann var so kensluborin um sigurin.

 

Í sínum starvi, sum skipskokkur er tað ikki altíð líka lætt at fylgja við, sum hjá heimafólkunum, men umborð roynir Niels Jacob at fáa alt við, sum er at frætta um B36 í teimum ymisku miðlunum.