VAR tryggjaði Svøríki sigurin

Dómaratøknin kom til sín rætt, tá Svøríki í dag vann 1-0

Svøríki hevur í dag vunnið 1-0 á Suðurkorea í bólki F. Avgerandi málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá liðskiparin í miðverjuni hjá Svøríki, Andreas Granqvist, umsetti brotsspark til mál.

 

Les eisini: HM-dagurin í dag

 

Brotssparkið bleiv givið við hjálp av VAR, sum er dómarahálp við video. Ein svenskari fór umkoll í brotsteiginum, men dómarin bríkslaði í fyrstu atløgu ikki fyri brotssparki. Men nøkur sekund seinni steðgaði hann á og gav tekin um brúka av VAR. Har sæst, at svenski spælarin verður feldur.

 

Andreas Granqvist var púra róligur úr ellivu metrum og skoraði til 1-0. Í fyrra hálvleiki var tað annars Suðurkorea, sum tóktist hava munin í spælinum, meðan svenski Marcus Berg var nærmastur við at skora.

 

Í seinna hálvleiki hevði Svøríki spælið í fyrra partin av hálvleikinum, men Suðurkorea hevði møguleikar at javna, men raktu millum annað ikki málið, tá teir stútaðu úr stuttari fjarðstøðu.

 

Bólkur F:

Svøríki – Suðurkorea 1-0 (0-0)

1-0 Andreas Granqvist, 65 br

 

Í gjár:

Týskland – Meksiko 0-1 (0-1)

0-1 Hirving Lozano, 35

 

Støðan:

1.    Meksiko 3 (stig)

2.    Svøríki 3

3.    Týskland 0

4.    Suðurkorea 0