Varðveitið krøv til keikantin

-Vit halda okkum kunna veita eina góða tænastu til oljufeløgini, ið bora, og tær útreiðslurnar, sum feløgini hava her hjá okkum, eru evarska lítlar samanborið við, hvat ein brunnur kostar. Og so eru eisini nógvir fyrimunir við at kunna brúka okkara vørur og tænastur sigur havnameistarin í Runavík, sum ávarar ímóti at taka krøvini til keikantin av. Vinnusíðurnar hava tosað við hann

Sunnudagin setti boripallurin Stena Don kós heimaftur til Noregs. Eftir at hava arbeitt á Brugduleiðini síðani miðjan juli mánað varð nú loksins riggað av á hesum sinni. Pallurin kom á Nólsoyarfjørð at gera arbeiðið endaliga liðugt, áðrenn lagt varð til havs. Veðrið varð heldur ikki av tí besta á Brugduleiðini í farnu viku, og tí varð mett rætt heldur at rigga endaliga av her undir landi. Í kjalarvørrinum av tí laka úrslitinum – kolvetni vórðu ikki funnin – hevur orðaskifti tikið seg upp um framtíðar oljuleitingina við Føroyar og í hesum sambandi eisini um tær skipanir, sum hava verið galdandi hesi seks árini síðani fyrstu loyvini vórðu latin.

Ein av hesum skipanum er kravið um føroyska keikant tvs. at útlendsku oljufeløgini, sum bora á landgrunninum, skulu brúka føroyska havn og flogvøll og føroyskar vørur og tænastur í tann mun hesar eru kappingarførar.

Nú um dagarnar valdi útvarpið í nýggju sendirøð síni 62 norður at seta fokus á oljuvinnuna, har spurningurin varð reistur, um ikki oljufeløg kunnu fara at seta krøv fram um at sleppa undan at brúka eitt nú føroyska keinkant, nú leitingin enn ikki hevur givið nakað lønandi fund.

Hetta hevur havnameistarin og fyrrverandi borgarstjórin í Runavík, Jákup Lamhauge eina greiða meining um. Sum ein av teimum, ið dagliga hevur verið við í arbeiðinum at veita vørur og tænastur til oljupallar og skip, sum bora eftir olju á landgrunninum, veit hann, hvat tað vil siga, at krav er í oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini skulu brúka føroyska havn til partar av borivirkseminum.

Góð tænasta
Jákup Lamhauge sigur, at nógv av tí virksemi, sum teir standa fyri í sambandi við eina slíka boring sum hesa seinastu, er nakað, sum skal gerast, líka mikið um tað er her ella aðrstaðni. Og talan er ikki um stórar upphæddir, tá hugsað verður um, at tað hevur kostað hálva milliard at bora seinasta brunnin. Í tíðarskeiðinum frá juli til oktober hevur tað kostað borisamtakinum góða hálva millión at brúka fasilitetir og tænastur hjá Runavíkar havn. Her er talan um fastsetingar-, brúgva- og havnagjald, leigu av havnaøki, vatn, vørugoymslu osfr. –Tá hetta verður drigið fram í kjakinum sum eitt dýrkandi element, so er hetta so lítil partur av samlaða kostnaðinum, at tað átti ikki at sáað iva um tað rímuliga í krøvunum til keikantin sigur Jákup Lamhauge, sum eisini vísir á, at tað hevur bara tikið 6 tímar at sigla úr Runavík til boripallin. Varð útgerðarhavnin í Aberdeen ístaðin, so hevði hetta tikið einar 18 tímar. Og tá hevði verið neyðugt við fleiri skipum. Haraftat kemur at í Runavík fær tú avgreitt alt um eina leið. Umframt virksemi hjá Runavíkar havn kemur so eisini tað virksemi, sum Atlantic Supply Base stendur fyri, her er talan um allar tangarnar og so tað avgreiðsluvirksemi, sum Skipafelagið hevur um hendi í sambandi við logistikkin. Sjálvur heldur Jákup Lamhauge, at tað mátti verið lagamanni hjá einum oljusamtaki, sum borar á landgruninum, at brúkt vørur og tænastur, sum kunnu latast frá útgerðarhavnini í Runavík. Hann hevur eisini varhugan av, at feløgini eru sera væl nøgd við teirra tæntastur. At talan er um leiting ger so eisini, at talan er ikki um tað heilt stóra virksemi á landi. Tað er longu avtalað, at BP-samtak, sum fer at bora næsta ár, skal brúka Runavík sum útgerðarhavn. Havnameistarin í Runvík, sum ikki er ein og hvør. Sum fyrrverandi borgarstjóri í hesum grógvandi vinnumiðdeplinum veit hann eisini, hvat tað vil siga, at vit føroyingar eru við í oljutilgondini og sleppa at menna okkum sohvørt henda nýggja vinnan fær fastatøkur her um okkara leiðir.