Varð Whitney myrd?

Hendan spurningin seta fleiri familju limir hjá songkvinnuni sær nú, sambært heimasíðuni tmz.com.

 

Líksýnsmenn í Los Angeles, sum tóku sær av at kanna kroppin hjá Whitney Houston, hava fingið fleiri dulnevndar uppringingar frá fólki, sum siga seg vera familju við Whitney. Tey halda øll, at Whitney Houston varð myrd.

 

Tað upplýsir amerikanska heimasíðan tmz.com. Líksýnsmenninir hava móttikið fleiri uppringingar og fleiri teldupostar frá persónum, sum siga seg vera í familju við Whitney ella við fyrrverandi mannin hjá henni, Bobby Brown.

 

Onkur teirra hevur sagt við líksýnsmennirnar, at tey hava prógv fyri, at songkvinnan varð dripin.

 

Enn er ikki greitt hvat Whitney Houston doyði av, men eingin tekin vóru á hennara kroppi um, at hon hevði verið fyri illgerð.

 

Ein talsmaður fyri líksýnsmennirnar sigur við amerikonsku heimasíðuna, at í løtuni verður kannað, um nakað hald er í hesum útsagnum, og enn vilja tey ikki siga meira um støðuna.