Vardi doktararitgerð

41 ára gamli Andras Mortensen vardi fríggjadagin doktararitgerð sína um tann føroyska róðrarbátin. Andras hevur sostatt fingið doktaraheiti og kann tí kalla seg doktara í søgu.<

 

Andras vardi ritgerðina ?Hin føroyski róðrarbáturin? við undirheitinum ?Sjómentir føroyinga í eldri tíð?. Ritgerðin varð givin út í bók tann 30. november í fjør.

Tað var Fróðskaparsetur Føroya, sum skipaði fyri verjuni av ritgerðini, og hon fór fram í nýggju hølunum á Sjómansskúlanum.

Opponentar vóru Bjarne Stocklund professari á Københavns Universitet, Arne Emil Christensen professari úr Noregi og okkara Jóan Hendrik Winther Poulsen.

Andras Mortensen hevur arbeitt við hesi ritgerð síðan summarið 1997, tá hann var á námsferð í Noregi. Nú er arbeiðið at enda komið, og hann hevur eisini eitt frálíkt úrslit at vísa á.