Árliga várframsýningin á Listasavni Føroya letur upp mentanarnáttina,
fríggjadagin 6. juni kl. 16. Gunnar Hoydal letur framsýningina upp.
Gestir í ár eru:
Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Brandur Patursson, Jóhan Martin
Christiansen, Tummas Jákup Thomsen og Silja Strøm.
Framsýningin er ein sensurerað framsýning. 30 fólk sendu verk inn, og 6
fólk komu við á framsýningina.
Várframsýningin skal vísa, hvat rørir seg innan myndlistaheimin í Føroyum
her og nú, og verkini skulu ikki hava verið framsýnd áður í Føroyum.
Í nevndini, sum hevur skipað framsýningina í ár, eru Ingi Joensen og Guðrið
Poulsen fyri felagið Føroysk Myndlistafólk og Hansina Iversen fyri
Myndlistasambandið.
Ábit og okkurt fyri tostan verður at fáa.
Várframsýningin hongur uppi til 20. juli 2014, og hesa tíðina eru
upplatingartíðirnar á Listasavninum kl. 11:00 - 17:00.