Varið tykkum fyri útlendskum sølumonnum

? Vit eiga snøgt sagt at læra okkum at siga nei við smartar útlendskar seljara, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevarafelag í sambandi við nógvu áheitanirnar, føroysk virki fáa um at vera við í ymsum, telefon-, telefax- og telduskráum. Arbeiðsgevarafelagið mælir virkjum til bert at vera við í tveium ávísum skráum

? Vit eiga at læra okkum at duga at siga nei við smartar útlendskar seljarar.

Hetta sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevararfelag í eini ávaring móti smøtrum seljarum, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur kent seg noytt at senda út.

Felagið sigur, at føroysk virki og stovnar ofta fáa áheitanir frá ymiskum útelndskum feløgum um at lýsa í bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar.

? Talan er ofta um útlendskar telefon-, telefax- ella virkisskráir, og áheitanir um at taka lut koma við bræv, telefon og við at smartir seljarar ganga hús úr húsi. Í einstøkum førum kemur bara eitt postkrav, uttan nærri frágreiðing.


Hevur lítið virði

? Fleiri av hesum útgávum hava eftir okkara tykki ov lítla dygd, og fleiri eru beinleiðis óseriøsar, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

Hvørt ár fáa virki og stovnar brøv við postkrøvum fyri luttøku í einhvørjari útgávu, uttan at tey nakrantíð hava biðið um upptøku. Um innaneftirlitið á virkinum ikki er nog gott, kemur meira enn so fyri, at hesi postkrøv verða goldin.

Einstøk av hesum uppkrøvum eru enntá gjørd soleiðis, at skrivar tú undir og sendir hetta inn aftur, bindur tú teg til av vera við í tvey trý ár.

? Í summar gekk ein týskari frá felagnum »World Trade and Telecommunication Services GmbH« hús úr húsi og seldi luttøku í einari telefon- og virkisskrá. Hann dugdi æl at práta og var ringur at sleppa av við, og hetta gevur úrslit: Hópin av føroyskum virkjum og stovnum vóru í telduskrá hansara.

Seinasta dømi sum Arbeiðsgevarafelagið veit um, er eitt postkrav frá virkinum United Telecom Trust, ið heldur til í Liechtenstein. Felagið, ið eisini hevur adressu í Zürich í Sveits, sendi herfyri fakturalíknandi tilboð viðvíkjandi upptøku í »World Telecommuniction Database«. Kostnaður fyri hesa luttøku var 3.249,50 krónur, men ikki er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði.


Bert neyðugt at vera í tveimum skráum

Føroyar Arbeiðsgevarafelag heldur, at aðrar áheitanir um at vera við í ymiskum útgávum eru ivasamr, uttan at felagið beinleiðis kann siga, at tær eru óseriøsar. Men eisini í slíkar skráir fara føroyingar glaðbeintir, heldur felagið.

? Fyri ári síðani gav eitt íslendskt felag út eina prýðiliga bók, ið var ætlað at kunna kinesiska marknaðin um norðurlendskar fyritøkur.

Í hesi bók vóru 50 føroysk virki og almennir stovnar - ein samlaður kostaður upp á nakrar hundrað túsund krónur. Til samanbering vóru bert seks donsk virki við, og talan var um risafyritøkur sum ØK, SAS og F. L. Smith.

Tað kemur meir enn so fyri, at føroyskir myndugleikar verða brúktir sum agn fyri at fáa onnur at taka lut. Og soleiðis var eisini við hesari útgávu, sigur Føroyar Arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur víðari, at hvørt ár ganga seljarar runt og tekna luttøku í útgávunum »Udenrikgs-Handelskalenderen for Danmark« og »Kongeriget Danmarks Handelskalender«. Her sigur Arbeiðsgevarafelagið, at talan er um bøkur, sum veruliga verða prentaðar og sendar út til m. a. donsku sendistovurnar. Men í hvønn mun tær verða brúktar, er nakað heilt annað.

Føroyar Arbeiðsgevarafelag hevur vent sær til Dansk Industri og spurt, hvørji ráð teir geva virkjum í hesum sambandi. Teir siga, at um virki ætla at gera vart við seg í útheiminum, mæla teir til luttøku í aðrari av hesum útgávum:

? Kraks, Export Directory

? Tele Danmark, Danish Exporters


Kannið fyrst!

? Hesar útgávur verða brúktar á øllum skrivstovunum hjá danska uttanríkisráðnum, og hesar skalt tú ikki gjalda fyri at vera við í, sigur felagið. Tann, ið vil ogna sær bókina skal keypa hana. Og júst hetta heldur felagið ofta er munurin millum dygdarútgávur og tær ivasomu.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at virki eiga at vera sera varin at vera við í ivasomum útgávum, tí at hetta í flestu førum er peningaspilla.

? Virkini eiga at gera sær greitt, hvørjum marknaðum tey ætla at royna seg á, og seta seg inn í, hvussu hetta best verður gjørt. Og um tey ikki hava neyðugu vitanina, eiga tey fyrst at seta seg í samband við stovnar sum Menningarstovuna ella TK-Stovuna.