Ávaring

Nú tað stundar til valið, vil eg geva Føroya fólki eina ávaring.

Einki val hevur verið so álvarsamt sum júst hetta. Fyrr galt tað bara um at vit skuldu hoyra undir Danmark ella ikki.
Eg havi altíð valt samband, men tann dag Danmark fór inn í ES, tá kúvendi eg, tí eg var klár yvir, at nú fóru teir ikki at gevast, fyrr enn teir høvdu fingið okkum inn í ES eisini.
Tann, ið lesur Bíbliuna, sær, at Antikrist kemur frá ES. Tað stendur fleiri staðni í Bíbliuni um Antikrist. Lesið til dømis Dánjal kap. 7.
Hann, ið tískil velur menn, sum vilja inn í ES, hann er við til at fara í kríggj móti teimum heilagu og móti Ísrael, Guds fólki.
Øll, ið lesa Bíbliuna, vita, at Antikrist kemur frá Satan. Eg velji fyrr alt annað, enn at selja mína sál til Satan.
Varið tykkum eisini fyri teimum, sum misbrúka Guds navn. Tað er bert fjórða hvørt ár, at teir minnast til, at Gud er til. Hansara navn er alt ov dýrabart at brúka til valagn.