Ávaring: Royna enn eina ferð at snýta fólk

Í hesum døgum er nýtt teldubræv í umferð sum kann verða ein dýr søga hjá fólki, ið ikki ansað eftir

Í løtuni er aftur eitt teldubræv í umferð, sum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey, sum ikki ansa eftir.

 

Í gjár ávaraði Suðuroyar Sparikassi á heimasíðu síni ímóti einum nýggjum slagi av følskum teldubrøvum, ið hava eittans endamál, og tað er at snýta fólk.

 

Rúni Heðinson, viðskiftafólkastjóri og KT ábyrgdari í Suðuroyar Sparikassa, sigur, at í hesum føri verða fólk biðin um at trýsta á eitt leinki til Dropboks fyri at fáa meiri kunning.

 

– Men tað skulu fólk endiliga ikki gera, tí so verður ein fílur lagdur á telduna, uttan at tú varnast av tí og soleiðis kunnu sníkarnir rætt og slætt taka ræðið á telduni.

 

Tað merkir, at teir kunnu fylgja við í øllum tú hevst at á telduni, teir kunnu fylgja við tá ið tú loggar á netbankan og í tí sambandi kunnu teir nápa sær loyniorðið.

 

Og tá ið tú einki veit, kann tað ganga rúm tí, áðrenn tú varnast at nakað sum helst er áfatt.

 

Ein stórur vandi er eisini, at øll teldan sum hon er, verður stongd, og so verður hon ikki latin upp aftur, fyrrenn tú hevur goldið loysigjald. Og hóast loysigjald verður goldið, er ongin trygd fyri, at teldan verður latin upp aftur fyri tað.

 

Rúni Heðinson sigur, at hann er ikki heilt greiður yvir, hvør skaða stendst av akkurát í hesum føri, men tað, sum er nevnt omanfyri er tað vanliga, ið kann henda.

 

Hann sigur, at orsøkin til at Suðuroyar Sparikassi ávarar ímóti tí falska teldubrævinum í hesum føri, er fyri at gera vart við trupulleikan og fyri at heita á fólk um at vera serstakliga varin, tá ið tey lata teldubrøv upp.

 

– Onkur hevur sagt, at tað er best at føla seg eitt sindur forfylgdan, áðrenn tú lesur teldubrøv og brøv frá fólki, ein ikki kennur, skal ein ansa sera væl eftir, áðrenn man lesur.

 

Viðskiftafólkastjórin sigur, at sníkarnir eru so forherðaðir, at teir stava einstøk orð í teldubrøvum skeivt við vilja, tí teir vita, at tey, sum kortini lata brøvini upp, eru fólk, sum eru so óansin av lyndi, at tey ber til at snýta so tað munar.

 

Soleiðis skilja sníkarnir tey frá beinanvegin, sum eru so ansin, at haðani eg lítið og einki at fáa, og so hugsavna teir seg ístaðin um hini, har tað loysir seg, sigur Rúni Heðinson.