Ávaring: Teldusníkar royna at lumpa føroyingar

Betri ávarar í dag um teldusníkar.

- Teldusníkar gevast ongantíð, og í løtuni royna teir seg við teldupostum, har teir geva seg út fyri at vera eitt nú Netflix ella Apple. Tað skrivar Betri á heimasíðuni í dag. 

 

 

Tað ræður tí um at ansa sær á netinum hesar dagar, sambært føroysku fyritøkuni. 

 

 

- Umráðandi er ikki at svara teldupostum og ikki at fylgja leinkjum í teldupostum. Verður tú t.d. í einum telduposti biðin um at dagføra kortupplýsingar, sum liggja inni hjá Netflix, skalt tú ikki fylgja leinkjuni í teldupostinum. Far heldur inn á heimasíðuna ella Netflix appina, logga á og kanna um upplýsingarnar eru rættar, skrivar Betri.