Lagt til rættis: Dorit Hansen og Rigmor Dam
Niðurstøðan í ST-frágreiðingini er greið: Skaðiligu evnini, sum vit menniskju lata út í loftrúmið, eru orsøkin til nógvu verðurlagsbroytingarnar. Til ber at tálma gongdini, um farið verður til verka nú. Sostatt liggur tann spurningurin ikki í buktini longur.
Síðani fyrstu frágreiðingina frá IPCC í 2001 eru stór framstig hend í mun útrokningina av framtíðar veðurlagsbroytingum. Hetta bæði tí, at fleiri veðurlagsmodellir og fleiri kanningar eru tøkar.
Fleiri túsund granskarar eru við í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd síðst í januar í 2007.
Hitin ger um seg
Miðalhitin á jørðini er hækkaður við 0,74°C seinastu hundrað árini. Og tað eru serliga tey seinastu árini, at hitin er hækkaður nógv. 11 tey heitastu árini síðani hitamátingar byrjaðu í 19. øld eru skrásett innanfyri tey seinastu 12 árini.
Eisini er staðfest, at ísur bráðnar og havið er hækkað við 17 centimetrum í 20. øld. Eisini her er vøksturin størstur tey seinastu árini, har vatnstøðan er hækkað við 3,1 millimetri um árið seinastu 10 árini. Arktiski havísurin er minkaður við 20 prosentum síðani 1978.
Mongdin av avfallið er eisini broytt. Onkrastaðni er avfallið økt, meðan turkur er vorðin meira umfatandi aðra staðni. Men ikki alt er broytt. Til dømis er munurin millum dag- og náttarhita ikki broyttur, og havísurin og veðurlagið við Antarktis tykjast heldur ikki at vera serliga nógv ávirkað.
Mesta upphitingin er har, sum land er, umframt á norðastu leiðunum. Minsta upphitingin er yvir Suðurhøvini og partar av Norðuratlantshavinum. Í arktisku økjunum minkar kavanøgdin, og har permafrostur er, tiðnar ísurin. Summar framrokningar spáa, at ísurin í Arktis nærum tiðnar heilt burtur summarhálvuna.
Náttúran ella menniskjan
Upphitining er eitt úrslit av øktum vakstrarhúsgassi og aerosoldusti í atmosferu, sólarljósi og jarðarskorpu. Hetta er aftur eitt úrslit av, at kuldioxid, metan og láturgass er hækkað munandi síðani 1750.
Vøksturin í koltvíiltu stavar millum annað frá nýtslu av steinrunnum brenni – kol, olju og natúrgassi, meðan vøksturin í metan og láturgassi serliga stavar frá landbúnaði.
IPPC frágreiðingin sigur, at tað er meiri enn sannlíkt, at økta upphitingin síðani mitt í 20. øld stavar frá menniskjaskaptum útláti av vakstrarhúsgassi, og at hesar broytingar ganga skjótari enn fyrst hildið.
Millum 1970 og 2004 hækkaði samlaða útlátið av vakstrarhúsgassum við 70 prosentum. Verða politisk tiltøk ikki sett í verk, verður roknað við, at hetta talið hækkar við 25-90 prosentum í 2030 í mun til 2000.
Um útlátið av vakstrarhúsgassum og aerosol dusti ikki fer upp um tað, sum tað var í ár 2000, so verður vøksturin hildin niðri á 0,1°C fyri hvørt tíggjunda ár. Men um útlátið ikki verður tálmað, verður hitavøksturin dupult so stórur. Og tá verða veðurlagsbroytingarnar í 21. øld enn størri enn broytingarnar í 20. øld.
Vatnstøða og havstreymar
Vakstrarhúsútlátini ávirka eisini vatnstøðuna á høvunum. Um væl stendur til, og útlátið av vakstrarhúsgassum ikki veksur, vísa framrokningar, at havið fer at hækka við 18 centimetrum í 2090-2099. Men um vøksturin í útláti heldur fram sum higartil, kann havið hækka við upp til 59 cm.
Verður núverandi gongd framroknað enn longur inn í framtíðina, kann innlandsísurin hvørva og havið hækka upp í 7 metrar. Modelútrokningar vísa tó, at ísurin á suðurpólinum hinvegin kann vaksa, tí veðurlagið har ikki broytist, meðan avfallið veksur.
Vandin fyri tí óvæntaða, sum til dømis, at Golfstreymurin minkar burtur ella kúvendir, er eisini viðgjørdur í frágreiðingini. Niðurstøðan er, at mest sannlíkt er, at norðuratlantiski streymurin viknar nakað í hesum aldaskiftinum. Tann eina framrokningin vísir eina minking á 25 prosent. Kortini hækkar hitin um okkara leiðir vegna stóru broytingarnar í hitaskipanini, sum standast av vakstrarhúsárinunum.
Avleiðingar fyri framtíðina
Frágreiðingin metir eisini um samfelagsligar avleiðingarnar. Veðurlagsbroytingarnar ávirka heilsustøðuna hjá milliónir av menniskjum vegna vánaliga føði, hitabylgjur, yvirflóð, stormar, skógareldar og turk, umframt vatn- og insektbornar smittusjúkur. Men færri doyggja vegna ekstreman kulda.
Fleiri milliónir menniskju eru í vanda vegna vatnflóðir, serliga í tætt fólkaðum økjum, sum liggja lágt. Har eru møguleikarnir at laga seg til umstøðurnar longu smáir, vegna tropiskir stormar og aðrar avbjóðingar. Fátøk samfeløg eru serliga viðbrekin, tí tey ofta eru miðsavnað í vandaøkjum.
Fleiri enn ein sættapartur av heimsins fólki fær trupult við at vinna sær vatn, tí nógvastaðni er vatnið tengt at kava og ísi. Møguleikarnir fyri at dyrka jørðina batna á norðaru breiddarstigum um heimin hitin hækkar við 1-3 stigum, alt eftir avgrøðini, men minkar, um hitin verður uppaftur hægri.
Á lægri breiddarstigum minka vakstrarmøguleikarnir, sjálvt í sambandi við smáar hitabroytingar, við størri vanda fyri hungursneyð
Keldur:
www.dmi.dk
www.ipcc.ch
Ítøkiligar staðfestar avleiðingar av veðurlagsbroytingum
• Kavin og ísurin í Arktis bráðnar skjótari, og ávirkar hetta beinleiðis natúrligu vistskipanirnar
• Árstíðirnar byrja fyrr. Hetta sæst millum annað á nøgdini av blómusáði í luftini
• Jarðarlagið er leysari í fjallalendi og í økjum við permafrosti
• Tað eru fleiri skriðu- og skalvalop í fjallalendum
• Broytingar eru í flora og fauna í Arktis og Antarktis
• Kavin tiðnar fyrri, og elvir til vatnmangul seinni á árinum
• Ein upphiting er farin fram av áum og vøtnum, sum ávirka vatngóðskuna
• Leyspretting, fuglaflyting og verping eru eisini framskundað
• Gróður og djóralív flyta seg móti póløkini og upp í hægri landsløg
• Drúgvari vakstrartíðarskeið hevur eisini við sær meira CO2 í loftrúmið, sum aftur hevur við sær meiri plantuvøkstur
• Broytingar í hitanum í havinum saman við broytingum í ísløgum og javnváganum millum salt og súrevni hava eisini við sær broytingar í algu-, æti- og fiskanøgdum í havøkjum í norðara parti av heiminum
• Fólk doyggja vegna hita í Europa
• Ávísar smittandi sjúkur gera meira um seg
Sløkkja ljósið leygardagin
Í morgin, 29. Mars, er altjóða ravmagns-sparidagur. Um allan heim sløkkja einstaklingar, feløg og eisini heilar kommunur ljósi ein tíma tíma hendan dagin. Tað er náttúruverndarfelagsskapurin, WWF, sum stendur aftanfyri átaki, har tey heita á alla verðina, at sløkkja ljósið millum klokkan átta og níggju leygarkvøldið.
Tað er ikki bara fyri samvitskuna skuld, at fólk taka undir við hesum átaki. Loysir tað seg peningaliga, so vilja fólk fegin spara streym, vísa kanningar.
Elsparuskinnarar eru serliga nógv eftirspurdir fyri tíðina. Við elsparuskinnarum sleppur ein undan óneyðugum orkubrúki frá tólum sum eru á stand-by. Í Danmark eru 600.000 elsparuskinnarar seldir síðani 2003.
Kelda: Politiken
Kirkjan boðar umhvørvisvernd
Boðskapurin um at verja og fara væl um umhvørvið og jarðaklótuna er eisini rokkið inn um kirkjugátt. Serliga í USA eru kirkjur og samkomur farnar inn í stríðið fyri at minka um CO2 útláti.
Finnbogi Joensen, umsjónarmaður í Vestmanna Skúla, hevur nú tikið stig til ein sokallaðan grønan sunnudag í Føroyum. Trinitatissunnudag, 18. mai, er evangeliiteksturin í kirkjuni skapanin, og Finnbogi Joensen hevur heitt á kirkjur og samkomur í Føroyum um at varpa ljós á umhvørvið og umhvørvisvernd hendan dagin.
Eisini er ætlanin, at morgunlestrarnir í Útvarpinum vikuna eftir skulu vísa á sama evni.
Kelda: Dimma