Á Vaglinum á mentanarnáttini í kvøld skipar Frelsunarherurin fyri einum átaki, ið tey kalla Rúsfríur dagur. Frelsunarherurin hevur ein basa á gongugøtuni við ókeypis rúsfríum drykkum, eins og umboð fyri Frelsunarherin býta faldarar út við upplýsingum um misnýtslu av alkoholi. Faldarin hevur eisini uppskriftir upp á rúsfríar drykkir.
- Vit varpa ljós á rúsmisnýtslu og tær avleiðingar, sum eru av rúsmisnýtslu. Bæði ta misnýtslu, ein sjálvur hevur, og tær avleiðingar, sum hon hevur á onnur fólk. Vit ynskja, at fólk halda henda dagin rúsfrían, og um ein nýtir alkohol, so tekur atlit til umhvørvið hjá sær, t.e. familju, vinir, børn og starv. Eisini um ein heldur veitslu, so hava nakrar rúsfríar møguleikar, sigur Finngerð Djurhuus Olsen úr Frelsunarherinum.
Nógv fólk stóðu við basan hjá Frelsunarherinum og royndu teir litríku drykkirnar. Finngerð heldur, at fólkini eru nøgd við at tað verður varpað ljós á trupulleikan.
- Fólk eru væl nøgd og flestu fólk kenna til trupulleikar, sum eru av rúsdrekka. Vit hava góðar stuðlar, sum hava givið okkum sodavatn, djús og sunkist. Hetta er ókeypis og fólk hava tikið væl ímóti, sigur Finngerð.
Á heimasíðu Frelsunarhersins kann lesast nærri um átakið. Har greiða tey frá, at:
- Tað er okkara áskoðan, at tað í alt ov lítlan mun verður varpað ljós á rúsvandamál. Tað finnast ikki serliga nógv hagtøl á økinum, og um hesi finnast, so lýsa tey møguliga heilsuligar avleiðingar, meðan sosialu avleiðingarnar ikki eru lýstar, stendur at lesa.