Varsemi við toskinum

Í Grønlandi hava fiskifrøðingarnir skotið upp, at skip og bátar sleppa at fiska 8.000 tons av toski innanskers næsta ár. Harafturímóti mæla teir frá at fiska tosk uttanskers.

Fiskifrøðingarnir siga, at kvotutilmælið innanskers er sett eftir meðalveiðini tey seinastu 10 árini. Um toskin uttanskers siga teir, at tað er ikki ráðiligt at fiska beinleiðis av stovninum, tí hann er framvegis lítil samanborið við nítiárini.

Fiskifrøðingarnir siga, at teir hava sæð tekin um framgongd í toskastovninum tey seinastu sjey árini, men fyri at verja gýtingarstovnin mæla teir frá at fiska burtur av stovninum. Kanningar í fjør vístu, at 2009-árgangurin var væl fyri, og fiskifrøðingarnir siga, at tað ræður um at halda eygað við hesum toskinum frameftir, tí hann kann gerast grundarlag undir einum rímiligum fiskiskapi við Vesturgrønland seinni.