Vatnveitingin í Havn er annars nógv eldri enn so. Tað var longu fyri góðum 100 árum síðani, at fyrsta byrgingin varð gjørd úti í Marknagili, og vatnveiting løgd oman í Havnina. Tað sigst, at okkurt rørið frá hesi gomlu vatnveiting framvegis er í brúki niðri á Áarvegnum.
Myndin omanfyri er úr brunninum undir Gráasteini ? helst í 1943, gita vit.
Tað var soleiðis, at kommunan í 1940 fór undir at fyrireika brunnin. Hann varð bygdur í tíðarskeiðnum 1940-42.
Finnur Johansen skrivar í bók síni, »Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár«, at tað var ein bornhólmari, sum stóð fyri hesum arbeiði. Hann var her undir krígnum og slapp ikki heimaftur fyrr enn kríggið var av.
Brunnurin er laðagur úr gróti, og hevur hann tí eitt sermerkt byggilistarligt virði. Ætlanin var, at hann bara skuldi vera laðagur, men tá vatn varð fylt í hann, lak hann so illa, at teir skjótt vórðu noyddir at tøma hann aftur. Roynt var at tetta, men lítið batti, og varð tí gjørt av at stoypa botn í og eina skón við sementi innanfyri.
Tað er hetta arbeiðið, sum fer fram, tá myndin omanfyri er tikin. Sum tað sæst, so hava teir sett hol á múrin norðraru megin. Steyrarnir, vit síggja inni í brunninum, eru uttan iva til forskallingarnar, tá stoypt varð. Vestanfyri sæst Kirkjubøreyn.
Bilin inni í brunninum, kenna vit ikki. Men hann hevur nr. 38, so helst ber til at finna fram til, hvør átti hendan bilin í 1943. Heimildarmaður okkara er vísur í, at maðurin á myndini er Edvard Bærentsen, skómakari í Nýggjustovu í Havn. Hann livdi frá 1871-1954.
Um hetta mundið verður brunnurin undir Gráasteini eisini umrøddur í Dagblaðnum. Blaðið vísir á, at nógv tos hevur verið um brunnin, og at bæði kønir og ókønir hava hugt eftir honum, tó at hann framvegis lekur við sama lag.
Tann 4. juli í 1949 umrøður Dagblaðið svimjihylin og vatnbrunnin. Blaðið harmast um, at svimjingarhylurin í Gundadali (tann sum var har, sum ovari fótbóltsvøllur nú er, red.) nú er »avsagdur«. Heilsunevndin hevur gjørt av, at av tí at fleiri kloakkir frá útstykkingunum omanfyri nú eru leiddar í ánna, er hylurin ikki skikkaður at svimja í.
Blaðið hartar býráðið fyri at vera ov seint á veg við hesum forboð, tí tað nú er so nógv ár síðani, at hús komu omanfyri og harvið kloakkir í ánna. Blaðið heldur, at sum er hevur Havnar ungdómur eingi líkindi til at íðka svimjing.
? Fyrr var tað so frægt, at Hoydalsá hevði hyljar, ið nýtast kundu og nýttir vóru til at svimja í. Og nøkur ár stóð Válgaravík til reiðar at taka ímóti umgdómi, ið hug hevði at svimja. Ja, har var hús reist, har tey kundu lata seg úr og í, - tað einasta, ið eftir er frá svimjingini í Válgaravík - er lykilin til húsið, hann hongur enn, har hann vanliga hekk. Og so var enn víðari Sandá og Sandágerðsvík, har ungdómur eisini dúgliga svam. Í dag eru eingi líkindi at svimja á nøkrum av hesum støðum, heldur blaðið.
Síðani viðger blaðið vatnbrunnin í Marknagili.
? Hevur heilsunevndin verið líka fús til at kanna um, hvussu stendur til við hesum vatnbrunni, sum hon hevur verið tað viðvíkjandi svimjingarhylinum í Gundadali? Tað man neyvan vera. Tí um heilsunevndin hevði verið til steðar, tá ið vatnbrunnurin í Marknagili varð sópaður seinast - og hann má sópast viðhvørt - so hevði hon valla funnið nakran mun á, hvat ið verri var fyri heilsuna, vatnbrunnurin í Marknagili ella svimjingarhylurin í Gundadali?
Í 1969 varð hildið neyðugt at stoypa tak oman á brunnin undir Gráasteini av heilsuávum, og var brunnurin sostatt púra tættur tey síðstu góðu 20 árini, hann goymdi havnarborgarum vatn.
Nú eru longu fleiri ár síðani, at býráðið slepti vatninum úr brunninum við Gráastein fyri seinastu ferð ? tað var tíðliga í nítiárunum. Nú hevur felagið Føroya Ellisakfør til húsa í brunninum, ið skal hýsa gomlum bilum o. l., og við tíðini er ætlanin, at brunnurin skal hýsa einum tekniskum fornminnissavni.