Vatnævintýrið hjá ungum íverksetum vindur upp á seg

- Har er góður marknaður fyri at selja vatn í fløsku í Føroyum, sigur Bergur Nolsøe, stjóri í Aurora Water

Í gott eitt ár hevur fyritøkan Aurora Water veitt frískt vatn í kølara til húsarhald, fyritøkur og stovnar í Føroyum. Vatnið, sum er úr kelduni í Lopra, hevur verið væl móttikið og fingið stak góðar afturmeldingar frá fólki. 

Men nú hava eigararnir tikið næsta stigið og ætla at hertaka ein nýggjan marknað. Vatnið hjá Aurora Water verður nevniliga nú eisini at fáa á fløsku, og longu í dag eru fyrstu 0,5 liturs fløskurnar klárar at senda út í handlarnar.

- Letur upp fyri nýggjum møguleikum

Brøðurnir báðir Bergur og Brian Nolsøe, sum eru úr Vági, eiga og reka fyritøkuna saman við mammubeiggja teirra, John Midjord, sum er úr Sumba.

24 ára gamli Bergur Nolsøe er stjóri, og hann arbeiðir fulla tíð við hesum virkseminum. Hann sær nýggju vatnfløskurnar sum ein natúrligan part av menningini í fyritøkuni, tí við vatnfløskunum ber til at røkka einstøku kundunum, sum mann ikki røkkur uppá sama máta við vatnkølarunum.

- Har er góður marknaður fyri at selja vatn í fløsku í Føroyum, og harumframt letur tað eisini upp fyri møguleikanum at sleppa uttanlands. Vit hava samband við møguligar samstarvsfelagar uttanlands og eru í ferð við at kanna okkara møguleikar har, sigur Bergur Nolsøe.

##med2##

Súmboliserar norðlýsið

Ungu íverksetararnir hava arbeitt leingi við at finna rætta sniðið til fløskuna og etikettina, sum Sjúrður Højgaard hevur sniðgivið. Íblásturin til navnið "Aurora Water" kemur frá norðlýsinum, sum á altjóða máli kallast Aurora Borealis. Hetta sæst eisini aftur í gjøgnumskygdu etikettini, har skyggin skal súmbolisera norðlýsið.

- Vit eru sera væl nøgdir við, hvussu alt sær út, og vit vóna, at tað verður væl móttikið, sigur 30 ára gamli Brian Nolsøe. Hann siglur í Noregi og er burturi helvtina av árinum, men arbeiðir við Aurora Water burturav, tá hann er á landi.

Ætla at tappa í Lopra

Tað er ikki bíligt at vera kappingarførur við hinar aktørarnar á marknaðinum. Tí hava eigararnir í fyrstu atløgu valt at tappa vatnið í Danmark.

- Vit senda vatnið til Danmarkar í 24.000 litur tangum at tappa fyri at byggja ein marknað. Men um tvær vikur fara vit uttanlands at hyggja eftir fabrikk, tí ætlanin er at hava alla framleiðsluna í Lopra, sigur Bergur Nolsøe, sum hevur siglt í Noregi í fimm ár fyri at fíggja dreymin.

- Umvælingin av einum bygningi, vit eiga í Lopra, er longu byrjað, og vit eru avgjørdir um, at øll framleiðslan av vatnfløskunum skal flytast til Lopra so skjótt tilber, sigur hann.

Hava fingið góða hjálp

Fyri næstan 20 árum síðani søkti John Midjord um loyvi at brúka vatnið úr kelduni í Lopra. Í 2016 settu Bergur og Brian Nolsøe saman við mammubeiggjanum John Midjord fyritøkuna Aurora Water á stovn.

Árið eftir eydnaðist tað langt um leingi at fáa loyvi at gagnýta 10 prosent av vatninum, ið rennur úr kelduni í Sumbiarbergholinum, sum sambært eigarunum hevur orð fyri at vera eitt tað besta vatnið í heiminum, tí tað hevur eitt so høgt Ph-virði.

Nolsøe-brøðurnir fegnast um stuðulin, teir hava fingið, síðan vatn-ævintýrið byrjaði.

- Vit hava fingið góða hjálp frá vinfólki, kenningum og góðum vinnulívsmonnum, sum vit hava møtt í tilgongdini. Tey eiga sín part av æruni fyri, at tað er komið so langt longu.