Óvanliga nógv regn hevur elvt til vatnflóð og fleiri skriðulop í Gudbrandsdalinum í Noregi, og umleið 150 fólk eru flutt burtur haðani.
Norsku fjølmiðlarnir skriva, at áin Storåa fór upp um áarbakkarnar í gjár, og at í miðbýnum í býnum Kvam stóru fleiri hús undir í vatni. Myndugleikarnir máttu senda fólk at hjálpa fólki úr sethúsum, og onnur leitaðu sær skjól í ymsum størri bygningum. Ein tyrla fleyg uppi yvir økinum fyri at vita, um nakar var komin í neyð.
Tað nógva regnið hevur elvt til fleiri skriðulop. Í einum føri tók ein skriða eini hús við sær út á vegin niðanfyri.
Í morgun hevur tað verið turt í Gudbrandsdalinum, og norska løgreglan sigur, at vatnflóðin er minkað.