Vatnsoyra Snikkaravirkið varð stovnað í mai 1968. Tað var Hans Elmar Poulsen, sum er føddur og uppvaksin við Ljósá, sum stovnaði fyritøkuna, hann var tá 30 ára gamal. Sum ungur sigldi Hans Elmar og arbeiddi á Tunnuvirkinum í Havn í eini fimm ár. Hann giftist í 1961 við Kirstin, f. Nielsen, av Vatnsoyrum. Tey búðu í Havn fýra tey fyrstu árini. Á heysti í 1965 fluttu tey til Vatnsoyrar í sambandi við byggingina av leguhúsinum Zarepta. Verfaðirin hjá Hans Elmar, Dánjal Nielsen í Vatnsoyrum, hevði eitt høli uppá 90 fermetrar, ið var ein lítil snikkaraverkstaður. Har byrjaði Hans Elmar at arbeiða í tí smáa, men skjótt eftir tað keypti hann verkstaðin.
Fyrstu árini arbeiddi hann einsamallur á snikkaraverkstaðnum, har var nokk at tríva í hjá einum manni. Arbeitt varð við t.d. vindeygum, hurðum og køkum. Á henda hátt fekk familjan til lívsins uppihald. Konan, Kirstin, hevði tað bókliga um hendur. Tað skuldi vísa seg at eydnan var við teimum, tí veturin 1971/72 kom Hans Elmar fram á tað sokallaða H-vindeyga, og var hann við tað sama greiður, yvir at hetta var vert at royna - eitt vindeyga í øðrvísi sniði við ókendum møguleikum. Tað kundi vendast heilt runt - so hetta var vert at satsa uppá. Hann fekk umboð fyri H-vindeyga í Føroyum við lyfti um, at hann sjálvur kundi fara undir framleiðslu av hesum vindeygum, soframt framleiðslan kundi bera seg. Hann fekk loyvi til H-vindeygaframleiðslu fyrst í 1975. Gjaldið fyri at sleppa at framleiða vindeyguni var, at hann keypti øll besløgini til hesi vindeygu frá norsku Husmor-vindeyga verksmiðjuni, sum hevði patent uppá tey.
Fyri at kunna fara undir hesa framleiðslu, mátti hann byggja størri framleiðsluhølir. Eftir tíggju árum vaks verkstaðurin frá 100 til 1.100 fermetrar. Vindeygaframleiðslan gekk væl. Besta árið í 80-unum, tá byggingin var í hæddini, vórðu 11.000 vindeygu gjørd. Virkið hevði framleiðsluorku til at 12.000 vindeygu árliga.
Báta og rútaframleiðsla
Hans Elmar hevur eisini roynt seg í øðrum vinnum. Í nøkur ár bygdi hann bátar í Sørvági. Hann hevur altíð havt áhuga fyri bátum, og ognaði hann sær ein 31 fót Viksund bát í 1978. Hesin bleiv seinni skiftur út við ein Aqua Star 33. Á heysti í 1986 undirskrivaði hann sáttmála við høvuðsverksmiðjunia á Guernsey um loyvi at framleiða Aqua Star 33 bátar í Føroyum. Hann keypti ein bygning í Sørvági til endamálið. 13 bátar vórðu bygdir á bátaverksmiðjuni í Sørvági. Tá bátaframleiðslan helt uppat, varð sami verkstaðurin brúktur til framleiðslu av termorútum í góð 10 ár.
Á heysti 1990 keypti Hans Elmar plastvindeygaverksmiðjuna Føroya Glugga í Miðvági. Hetta var ein stór íløga, og nógv skuldi til fyri at fáa hetta virki at bera seg fíggjarliga. Stutt eftir, í januar 1993, steðgaði alt virksemi í landinum upp. Hetta bleiv ein trupul tíð hjá Hans Elmari, frá at hava 32 fólk í starvi, fóru tey niður á 6-7 fólk. Soleiðis varð gongdin í fleiri ár. Men so batnaði aftur og tað bar móti ljósari tíðum. Í arbeiða 24 fólk á báðum virkjunum.
Bilasavn
Í teimum vánaligu tíðunum hevði Hans Elmar stóra gleði av gomlu bilunum, ellisakførunum, sum hann hevði keypt. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri gomlum bilum, og eigur hann einasta bilasavnið í landinum, Vatnsoyra Bilasavn, har nøkur av okkara fínastu ellisakførum standa. Tað kom týðuliga til sjóndar, tá Vágtunnilin lat upp, og landsins fremstu fólk vórðu flutt í gomlu luksusbilunum hjá Hans Elmari.
Kirstin og Hans Elmar eiga seks børn - trý av hvørjum. Dreingirnir komu allir at arbeiða á virkjunum hjá pápanum fyrst í 90-unum, og nú eru tað teir ið reka virkini.
Í øllum hesum, sigur Hans Elmar, sum hevur verið persónliga trúgvandi frá ungum av, hevur tað borið av øllum, at kunna leggja alt í Harrans hendur. Alt vit hava og náa í lívinum er av náði Guds, og er tað Hann, sum eigur størstu tøkkina, sigur hann at enda.