Váttað: Høgni Midjord til AB

AB váttar nú, at sáttmáli er gjørdur við Høgna Midjord

Eins og in.fo skrivaði fyrr í dag, so hevur AB í kvøld skrivað sáttmála við Høgna Midjord, sum skiftir til felagið frá B71.

 

Les eisini: AB styrkir álopspartin

 

 

AB heimasíðan skrivar:

 

Høgni Midjord hevur avgjørt at koma út á Argir at spæla fótbólt komandi ár.

Hann skrivaði undir ein 2 ára sáttmála við FC Argir í kvøld. Høgni er ein álopskendur leikari, hann spældi 17 dystir fyri besta liðið hjá B71 hetta kappingarárið. 

 

Teir í nevndini hjá FC Argir siga við AB.fo, "Vit eru glaðir fyri at vit hava fingið enn ein goðan álopskendan leikara í hópin, Høgni er ein skjótur og teknist sterkur spælari, sum vit uttan iva koma at njóta gott av".