Heini í Skorini
Útsetti toppdysturin millum VB og KÍ varð spældur í stormi suðuri í Vági, og klaksvíkskvinnur halda, at dysturin ongantíð átti at verið bríkslaður í gongd.
Væntað varð frammanundan dystinum, at hetta fór at vera ein sera javnur og spennandi dystur, men tað gjørdist ongantíð spennandi suðuri í Vági, tí sera óvæntað var VB nógv tað betra liðið.
VB legði sera hart út, og KÍ var snøgt sagt ikki tað liðið, sum vit hava sæð fyrr í ár. Í fyrra hálvleiki fekk VB heili fimm mál, og kom tað sera óvæntað á bæði KÍ og VB kvinnurnar. 5-0 var hálvleiksstøðan, og sostatt var dysturin longu avgjørdur. Í seinna hálvleiki fekk VB enn eitt mál, meðan KÍ ikki hevði nakað at bjóða uppá. Laila Jespersen skeyt tvey mál, meðan Guðrið Mortensen, Rannvá Augustinussen, Sólbjørg Kjærbæk og Halltóra Joensen allar fingu hvør sítt.
Toppdysturin millum VB og KÍ endaði sostatt heili 6-0 til VB, og tóku tær seg við sigrinunum upp á ovastu rók í bestu kvinnudeildini, og hetta høvdu fá roknað við frammanundan.
KÍ endurreisn, B36 úti
Av tí at KÍ tapti í Vági fríggjakvøldið, var tað av alstórum týdningi, at tær vunnu í Havn sunnudagin á B36, sum harafturímóti eisini skuldi hava stig, um tær skuldu varðveita møguleikan at ogna sær heiðursmerkir í ár.
Toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, legði KÍ á odda eftir bert tólv minuttir, og seint í fyrra hálvleiki økti hon um leiðsluna til 2-0.
Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og nú var greitt, at tað fór at vera sera tungt hjá B36 kvinnunum at koma inn aftur í dystin. Í 64. minutti økti Rannvá Andreassen um leiðsluna hjá KÍ til 3-0, og sostatt brustu vónirnar hjá B36 um at fáa stig burtur úr hesum dysti. Men KÍ kvinnurnar vóru ikki lidnar enn. Tveir minuttir seinni skoraði Rannvá Andreassen enn einaferð til 4-0, og Malena Josephsen kom aftur á máltalvuna í 72. minutti. Beint áðrenn dysturin var liðugur, staðfesti Rannvá Andreassen sigurin fyri KÍ.
Sostatt fingu Malena Josephsen og Rannvá Andreassen eitt hat-trick í part, og KÍ vann uppibornan stórsigur móti B36 í Havn.
KÍ er eitt stig aftanfyri VB, men tær hava ein dyst móti VB eftir í Klaksvík, sum eftir ætlan skal spælast næsta vikuskiftið, og har kunnu tær koma uppá fyrsta pláss aftur við at vinna dystin. B36 er nú dragnað so nógv, at tær ikki hava møguleikan at ogna sær heiðursmerkir í ár, og er tað sera skuffandi fyri stórfelagið úr Havn.
Átta stig eru ímillum B36 á fjórða plássi og HB á triðja, og tá bert tveir dystir eru eftir, hava tær ikki møguleikan at koma millum trý tey fremstu. Tær hava tó æruna at spæla fyri, og ikki minst hava tær nakað at spæla fyri næsta vikuskiftið, tá tær møta grannunum úr HB í Gundadali.
Ársins mál í Runavík
HB var í Runavík og vitjaði sunnudagin, og var hetta frammanundan ein spennandi dystur, við tað at NSÍ jú hevur vunnið á KÍ inni í Runavík fyri stuttum. Men HB endurtók ikki brølarin hjá KÍ, men spældu góðan fótbólt og vunnu ein sannførandi sigur.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Fríða Petersen HB á odda 1-0, og bert fimm minuttir seinni kom eitt mál, sum kanska er vakrasta mál higartil í kvinnudeildini í ár. Sum ikki einaferð var tað Eyðfríð Christiansen, sum stóð aftanfyri vakra málið. Hon jongleraði bóltin upp um ein NSÍ leikara, og síðani heilfluktaði hon bóltin í netið til 2-0, uttan at málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri harða skotinum hjá Eyðfríð. Ein perla av einum máli, og er tað eftir hondini ikki vorðið heilt óvanligt, at síggja Eyðfríð Christiansen skjóta sera flott mál.
Beint fyri hálvleik økti sama Eyðfríð Christiansen um leiðsluna, og var hetta eftir eitt innlegg úr høgru síðu frá Viviann Thorleifsson, har hon setti fótin á bóltin til 3-0. Hálvleiksstøðan var sostatt 3-0 til HB. Leingi sá út til, at tað fór at vera ein málleysur seinni hálvleikur, men stutt áðrenn dysturin var liðugur, staðfesti Gunn Müller sigurin fyri HB, og var hetta eftir eitt hornaspark. HB kundi sostatt fara til Havnar við trimum kærkomnum stigum í viðførinum, og tær eru enn við í stríðnum um FM heitið.
Næsta vikuskiftið skulu tær spæla móti grannunum úr B36, og tá tað verður næstseinasta umfar í ár, er kravið ein sigur til HB, um tær skulu endurtaka bragdið frá í fjør og gerast føroyameistar.
VB heldur fast um oddasessin
Eftir at VB legði seg á odda fríggjakvøldið í áðurnevnda dystinum móti KÍ, fóru tær til Skála sunnudagin við sera stórum sjálvsáliti, og hetta sást aftur í spælinum og úrslitinum hjá vágskvinnum.
Eins og fríggjakvøldið móti KÍ høvdu VB kvinnurnar longu avgjørt dystin í hálvleikinum, tí tá var støðan nevniliga 6-0. Í seinna hálvleiki fingu VB kvinnurnar seks mál afturat, meðan Skála fekk eitt, og sostatt var endaliga úrslitið 12-1 til VB móti Skála.
Guðrun í Lágabø skeyt heili fimm mál, og er hon sostatt vorðin ein verulig hóttan hjá Malenu Josephsen úr KÍ á máltindinum. Guðrið Mortensen og Rannvá Augustinussen skutu trý mál í part, meðan Annika Poulsen skeyt eitt mál fyri VB. Málið hjá Skála skeyt Ingun Johansen, og var hetta fyrsta málið hjá Skála í endaumfarinum.
VB er á einum aldukambi í løtuni, og um tær halda á, vera tær ringar at syfta hjá KÍ og HB. Tær skulu til Klaksvíkar næsta vikuskiftið, áðrenn tær eftir ætlan skulu spæla í Havn móti HB, og er hetta tveir sera torførir dystir hjá VB.
Tvey umfør eftir í kvinnudeildini
Nú eru bert tvey umfør eftir í kvinnudeildini, og spenningurin er sera stórur. VB er á fyrsta plássi við 19 stigum, meðan KÍ og HB hava 18 stig, tó hevur KÍ betri málmun. B36 hevur tíggju stig, og eru tær úti av kappingini um at enda millum trý tey bestu. NSÍ hevur trý stig, meðan Skála hevur tapt allar dystirnar í endaumfarinum. Umførini, sum eftir eru, síggja soleiðis út, um ongar broytingar verða gjørdar:
KÍ-VB, HB-B36, NSÍ-Skála og B36-NSÍ, Skála-KÍ, HB-VB. Ivamál er um, hvar síðstnevndi dysturin millum HB og VB skal spælast, tí hóast HB hevur verið í Vági og spælt í endaumfarinum, vórðu tær frá fyrru helvt dømdar at missa sín heimavøll móti VB, tí tær ikki møttu upp til ein dyst. HB hevur roynt at fingið heimavøllin aftur, og hetta fer dómsnevndin í næstum at taka støðu til.
VB hevur kanska torførastu dystirnar. Í Klaksvík móti KÍ og í Havn móti HB. Um tær tapa í einum av hesum báðum dystum, kunnu tær missa oddasessin. HB hevur B36 og VB eftir, og er hetta heldur ikki serliga lættir dystir hjá føroyameistarunum frá í fjør. KÍ hevur VB í Klaksvík, sum kanska fer at avgera hvønn veg tað koppar, og síðani hava tær Skála á útivølli, sum skuldi tryggja KÍ trý stig.
Hyggja vit at leikskránni hjá hesum trimum liðum, kunnu vit staðfesta, at hóast KÍ er á øðrum plássi í løtuni, hava tær besta møguleikan at vinna FM heitið, við tað at tað verður torført hjá VB og HB at vinna báðar sínar dystir. Men alt er opið, tað kundi í grundini ikki verið meiri opið enn tað er, og næstu tvey vikuskftini fara at avgera, hvør kemur at lyfta føroyameistarasteypin ár 2000.
Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir:
VB-KÍ 6-0
VB: Laila Jespersen 2, Halltóra Joensen 1, Sólbjørg Kjærbæk 1, Guðrið Mortensen 1, Rannvá Augustinussen 1.
B36-KÍ 0-6
KÍ: Rannvá Andreassen 3, Malena Josephsen 3.
NSÍ-HB 0-4
HB: Eyðfríð Christiansen 2, Fríða Petersen 1, Gunn Müller 1.
Skála-VB 1-12
VB: Guðrun í Lágabø 5, Gurið Mortensen 3, Rannvá Augustinussen 3, Annika Poulsen 1.
Skála: Ingun Johansen 1.
Máltindurin
Malena Josephsen KÍ 14
Guðrun í Lágabø VB 13
Rannvá Andreasen KÍ 8
Annika Godtfred HB 6
Eyðvør úr Dímun HB 6
Rannvá Augustinussen VB 6
Vivian Bjartalíð KÍ 5
Irdi Hansen NSÍ 5
Laila Jespersen VB 5
Eyðfríð Christiansen HB 4
Vivian Thorleifsson HB 4
Maibritt Olsen NSÍ 4
Gurið Mortensen VB 4
Halltóra Joensen VB 4
Elsebeth Jónsson B36 3
Maria Vang B36 3
Sólvá Joensen B36 3
Gunn Müller HB 3
Elsa Maria Simonsen KÍ 3
Margit Joensen KÍ 3
Ragna Andreasen KÍ 3
Annika Poulsen VB 3
Laila Enghamar B36 2
Diana Dahl VB 2
Selma Dahl B36 1
Sólgerð Viderø B36 1
Maria Johnsson HB 1
Fríða Petersen KÍ 1
Marian Joensen KÍ 1
Elinbjørt Hammer NSÍ 1
Elsebeth Olsen NSÍ 1
Ingun Johansen Skála 1
Rini Mørk VB 1
Sólbjørg Kjærbæk VB 1
Sjálvmál 3