VB fekk bank á heimavølli

Heilil 26-17 vunnu kvinnurnar hjá StÍF, tá tær sunnudagin vitjaðu í Vági
Talan var fyri tað nógva um ein sera javnan dyst, men eitt reytt kort um miðjan seinna hálvleiki kostaði VB dýrt.
Støðan var tá 16-16, men so streykt StÍF avstað, og tí er einki at ivast í, at lagið var av tí besta, tá tær løgdu leiðina norður um Suðuroyarfjørð aftur.