VB var í fjør eitt av liðunum, ið argaði hini fremru liðini, men so heldur ikki meira. Kvinnurnar í Vági komu ov seint í gongd og fingu tí ikki hótt liðini frammanfyri av álvara, tá kappingin um at koma í FM-finaluna harðnaði.
Í ár hevur verið øðrvísi vorðið hjá VB, tí nú snýr tað seg av álvara um at kappast heilt har frammi. Gamaní, er Neistin framman fyri øll hini, men VB hevur í síðstuni verið besta liðið av teimum næstbestu, men leygardagin kiksaði ein annars givin møguleiki at styrkja sær støðuna.
VB var í Vestmanna og vitjaði, men har var einki at fáa fyri einki, tí VÍF setti VB upp á pláss við at vinna við tveimum málum! VÍF legði botn undir sigurin í fyrra hálvleiki, tá munurin eitt skifti var seks mál, og hóast VB kom afturíaftur eftir steðgin, hevði VÍF framvegis munin og megnaði at halda tørn, hóast nógv stóð á ímóti endanum.
Framvegis er VÍF næstniðast, men fáur man ivast í, at vestmannakvinnur hava potentiali til meira í framtíðini. VB misti tvey stig, ið liðið kanska hevði kannað sær frammanundan, og hóast Stjørnan nú hevur sama stigatal, er støðan ikki verri enn so, at vágskvinnur framvegis eru næstfremstar.