VB fer eftir meistaraheitinum

Tað er langt síðani, at VB hevur ligið so væl fyri til seinnu hálvu, og í Vági trúgva teir uppá meistaraheitið. Á Sandi hugsa teir meira um at yvirliva

VB hevur ikki ætlanir um at leggja árarnar inn, hóast teir hava havt eitt sera gott kappingaár higartil.

Í summar hevur liðið verið á venjingarlegu í Danmark, har liðið hevur fyrreikað seg til seinnu hálvu. Teir fingu eisini nógv burturúr, tær tvær vikurnar liðið var á flatlondum.

VB hevur ongar skaðar ella leikbann, men verjuleikarin Janus Kjærbo er fluttur til Danmarkar, og hann verður ikki at síggja aftur á VB liðnum. Hann hevur verið fastur maður, so tað er eitt skot fyri bógvin hjá VB.

Í Vági trúgva menn uppá, at tað ber til at gera seg galdandi í gullstríðnum, og tað hava teir eisini víst í fyrru hálvu. Trý stig móti B71 er tí eitt krav.

Í fyrra dystinum vann B71 1-0 á Eiðinum, men sandoyingar vóru tá sera hepnir. Venjarin hjá VB sigur, at ein slíkur dystur sæst bara einaferð hvørji hundrað ár.


B71 eisini mist

Ein av hollu stuðlunum hjá B71 seinastu árini hevur verið Rúni í Soylu, men hann er nú fluttur av landinum.

Annars er alt fólkið tókt hjá B71. Danirnir Alex Nielsen og Micheal Jørgensen verða við aftur, men tað er ikki eydnast at fáa nakran nýggjan spælara til felagið.

Sandoyingar eru í løtuni illa sperdir í botninum, og talan kann gerast um niðurflyting. Sandoyingar hava bara 8 stig saman við FS Vágum og eru beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Av tí at B71 hevur áður vunnið á VB, trúgva teir eisini uppá sigur sunnudagin.