Fyri tveimum vikum síðani leiktu Kyndil og VB fyrru hálvfinaluna í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum, og tann dystin vann VB trygt. Vágskvinnur vunnu við heili 6 málum, og sostatt skal nógv ganga galið hjá teimum, um tær ikki skulu røkka finaluni í steypakappingini hjá kvinnum.
VB hevur eisini havt fult tamarhald á Kyndli í ár. Fýra ferðir hava liðini møtt hvørjum øðrum, og allir dystirnir eru endaðir við sigri til VB. Í fyrra dystinum í grundspælinum, sum var í høllini á Hálsi, vann VB við fýra málum. Mitt í november spældu hesi bæði liðini so seinna innanhýsis dystin í grundspælinum. Hesin dysturin var væl javnari, men enn einaferð dró VB longra stráðið og vann við tveimum málum.
Í endaspælinum møttu liðini eisini hvørjum øðrum beint undan fyrru hálvfinaluni í Vági, og her vann VB tryggan 7 mála sigur.
Sostatt hevur VB havt sera gott tak á Kyndli í ár, og tí skal sera nógv ganga galið hjá teimum, um tær ikki skulu enda