VB fingið síni fyrstu stig

VB kvinnur vunnu 25-18 á EB kvinnum, tá tær møttust á Eiði. Hálvleiksstøðan var 8-11.

Tað leikti javnt á allan fyrra hálvleik, og tað var ikki fyrr enn at enda, at VB fekk eina 2-máls leiðslu. Í seinna hálvleiki drógu VB kvinnur frá

 

Málskjúttar EB:

 

Sarita Petersen 5, Lea S. Lisberg 4, Masa Varajic 3, Eyðbjørg Ellingsgaard 2, Zeljana Grozdanic 2, Nukaaka Petrussen Lyberth 1, Talita Jeffrisdóttir 1

 

Málskjúttar VB:

 

Bára Krosslá Mortensen 7, Durita Krosslá Hjelm 7, Gurið Krosslá Augustinussen 6, Rúna M Jacobsen 3, Rebekka Godtfred 2

 

Við sigurinum í dag fær VB síni fyrstu stig hetta kappingarárið. VB liggur á einum fimta plássi javnt við Neistan. Tríggir dystir eru í SMS-deildini í dag. Á Skála vann VÍF 26-22 á StÍF, og í Hoyvík leika H71 og Neistin í løtuni. Har er H71 á odda 29-20 tá fáir minuttir vóru eftir.

 

Her sæst støðan í SMS-deildini.

 

##med2##