VB gjørdi einki við Neistan

Eftir nær-við-og-næstan-úrslitið í Runavík herfyri vóru annars fleiri, sum hildu, at VB kanska kundi taka eitt óvæntað stig frá Neistanum, sum ikki hevur tað stóra at spæla fyri longur.

Men tað varð so av ongum. Neistin setti seg tíðliga á dystin, og eftir at tær veruliga høvdu skrætt seg leysar seinna korterið av fyrra hálvleiki, slapp VB ongan tíð aftur inn í dystin.

 

Besti málskjúttin hjá VB var Migle Senvityte, sum skeyt 6 mál. Birita Wardum, Anja Heinadóttir og Unn Kragesteen skutu 5 mál hvør fyri Neistan.

 

VB-Neistin 19-27 (8-13)