VB heldur við Neistanum

Vágskvinnur hava eina av meira ómøguligu uppgávunum í Klaksvík sunnudagin, men samstundis verður helst hugsað um, at StÍF ikki má fáa stig ímóti Neistanum

Hondbóltur

Tað er ikki vanligt, at nakar tekur Stjørnuna á heimavølli í Klaksvík, so tí eru útlitini neyvan tey bjartastu hjá VB, sum stríðist fyri lívinum á aftasta plássi í Sunset-kappingini. Fær VB stig frá Stjørnuni, er tað ein sensatión.
Men samstundis ræður um hjá VB, at hini bæði liðini, VÍF og StÍF, ið liggja fýra stig frammanfyri á stigatalvuni, heldur ikki fáa nakað burturúr. VÍF skal á útivølli spæla ímóti Tjaldri, sum neyvan ætlar at tveita nøkur stig burtur í Runavík, so Stjørnan skal eiga oddasessin púra ókeypis.
Hinvegin tekur StÍF á heimavølli ímóti Neistanum, ið kanska ikki hevur ta stóru motivatiónina, tí liðið kundi næstan longu nú fingið bronsuheiðursmerkini. Tí kann StÍF gera ein vørr her, so ikki er ringt at hugsa sær, hvørjum VB-fólkini munnu halda við í hesum dystinum…