VB noktar at spæla fríggjadagin

- Hetta er nú vorðið eitt prinsippmál, tí Kappingarnevndin eyðsæð ger mismun á liðum, sigur Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB.

Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at spæla dystin fríggjakvøldið.

 

- Hetta er nú vorðið eitt prinsippmál, tí Kappingarnevndin eyðsæð ger mismun á liðum sigur hon.

 

Í gjárkvøldið tók Kappingarnevndin avgerð í málinum um seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum millum VB og Kyndil. Úrskurðurin hjá kappingarnevndini er, at dysturin nú skal spælast fríggjakvøldið, og ikki mikukvøldið, sum upprunaliga ásett.

-  Tað kemur als ikki upp á tal, sigur Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB. Vit góðtaka enn ikki grundgevingarnar hjá Kyndli og Hondbóltssambandinum, og her verður eingin dystur spældur fríggjadagin, sigur hon.

 

Les eisini Dysturin verður fríggjakvøldið

 

Vigdis Nolsøe sigur, at í teirra eygum eru grundgevingarnar frá Hondbóltssambandinum als ikki nóg góðar, og ákærir hon kappingarnevndina fyri at gera mismun á liðum.

- Hetta er nú vorðið ein prinsippsak fyri okkum, og ynskja vit, at Hondbóltssambandið nú gevst at gera mismun á liðum. Teir vísa til, at Kyndilskvinnur ikki skulu liggja nátt í Vági, men fyrr í ár legði sama kappingarnevnd ein dyst hjá VB inni á Skála fríggjakvøld. Tá máttu vit liggja nátt norðanfyri, sigur hon, og vísir á, at tað als ikki er óvanligt hjá ítróttarliðum úr Suðuroynni, at vera noydd at liggja nátt norðanfyri.

 

Les eisini VB vil ikki flyta dystin

 

VB spurdi hondbóltssambandið, um dysturin leygardagin kundi flytast fram nakrar tímar, so at vágbingar náddu suður aftur við Smyrli seinnapartin leygardagin, men fingu at vita, at hetta bar ikki til, orsaka av øðrum dystum í høllini um ta mundi. Dysturin var tí spældur til ásetta tíð og vágskvinnur sluppu ikki suður fyrr enn seinasta túrin leygarkvøldið og vóru ikki aftur í Vági fyrr enn um hálvum tólv-tíðina.

- Tað vísti seg tó, at tá vit komu í høllina leygardagin, vóru als ikki dystir har, men talentvenjingar, sum eins væl kundu verið skipaðar í øðrum hallum í høvuðsstaðnum, sigur Vígdis Nolsøe.

 

- Avgerðin hjá kappingarnevndini verður kærd, tað er heilt vist, sigur Vigdis Nolsøe, sum í morgun er komin til Havnar á fund við kappingarnevndina og nevndina í Hondbóltssambandinum. Har fer hon at seta spurnartekin við fleiri partar av málsviðgerðini higartil.

 

- Eg havi longu gjørt nevndina varuga við, at ein limur í kappingarnevndini møguliga er ógegnigur, við tað, at viðkomandi var til staðar á bonkinum hjá Kyndli undir dystinum leygardagin. Eisini seta vit í VB spurnartekin við heimildina hjá kappingarnevndini at broyta eina avgerð, eftir at hoyringsfreistin er úti og at taka málið upp til nýggja viðgerð, uttan at nýggir upplýsingar eru komnir framm í málinum. Tað plagar ikki at vera góðtikið í øðrum samanhangum, sigur forkvinnan í VB, Vigdis Nolsøe.

 

Les eisini Bert eitt á muni