Kyndil var favorittur at vinna móti VB leygardagin, men tá dysturin var liðugur, vóru tað VB-kvinnurnar, sum fegnaðust, meðan kyndlakvinnurnar hingu við høvdinum. Tá hevði VB við Christinu Holm á odda nevniliga vunnið 23-19, og sigurin var enntá fult uppiborin.
Fyrr í ár hevur VB spælt móti bæði Neistanum og StÍF og tapt sera tepurt, men hesa ferð eydnaðist tað loksins vágskvinnunum at vinna á einum av oddaliðunum. Samstundis misti Kyndil tvey týðandi stig, og knappliga er tað ringt at ímynda sær Kyndil sum føroyameistara í hondbólti hjá kvinnum 1998.
VB byrjaði dystin betur og legði seg á odda 5-0, áðrenn Kyndil raknaði við og kom upp á javnleik 5-5. Men longur komu tær ikki, so setti VB ferð á aftur og fáar minuttir seinni vísti máltalvan 10 til VB og 6 til Kyndil. Og hóast kyndlakvinnur av øllum alvi royndu at taka tað mista inn aftur og fingu fleiri mál, kundu tær ikki steðga VB í eisini at skora í so at siga hvørjum álopi restina av hálvleikinum, so støðan í steðginum var 14-10 til tær undirtippaðu.
Ivaleyst hava kyndlakvinnur eisini undirmett VB, tí tað er ein sannroynd, at tær gingu sera lætt um spælið, og hóast tekinini vóru um, at tað ikki fór at ganga, sum tær høvdu ætlað og ivaleyst roknað við, var tað ikki fyrr enn móti endanum av dystinum, at tær vaknaðu og fóru at kvika sær. Tá var tað ov seint, og tá dysturin so var lokin, var tað, sum um hevði VB vunnið føroyameistaraheitið, so fegnar vóru tær um at hava koppað Kyndli í egnari høll.
VB valdi at mansverja Lotte Sørensen meginpartin av dystinum, og tað gav eisini bonus. Hóast Lotte gjørdi átta mál og Jacklin Djurhuus gjørdi seks, var tað ikki nóg mikið, tí hinar á liðnum vóru so eiðasørar at fáa bóltin framvið Guðrun í Lágabø í VB-málinum. Hóast tað ber til at siga, at teir bestu spælararnir kunnu taka sær av løttum fyrsta hálva tíman, tí eingin dystur verður avgjørdur í fyrra hálvleiki, nyttar tað ikki nógv, tá einki broytist í seinna hálvleiki. Og tað gjørdi tað ikki í dystinum leygardagin. Í fleiri førum varð Kyndlaverjan fullkomiliga útspæld, og VB-kvinnurnar vóru eisini nóg effektivar til ongantíð at lata Kyndil nærkast ov nógv í málum, til at sigurin kundi koma í vanda.
VB hevur nú fingið luft í botninum, og um liðið kann vísa sama spæl í dystunum móti oddaliðunum StÍF og Neistanum, er ikki óhugsandi, at VB-kvinnurnar kunnu gera onkran óvæntaðan vørr afturat í kappingini.
Kyndil hevði ikki uppiborið at fáa nakað stig leygardagin, og gamla reglan um, at tú mást vinna á liðunum, sum eru niðan fyri teg á stigatalvuni, um tú ætlar tær nakran veg í kappingini, er framvegis galdandi. Tað megnaðu bæði StÍF og Neistin, meðan Kyndil ikki megnaði tað. FM-møguleikin er ikki mistur enn, men kravið til Kyndil nú, at tær mugu vinna á báðum liðunum, sum eru oman fyri tær á stigatalvuni, fyri at gerast føroyameistarar, og tað er enntá ikki víst, at tað verður nóg mikið.
Kyndil-VB 19-23 (10-14)
Kyndil: Lotte Sørensen 8, Jacklin Djurhuus 6, Rakul N. Joensen 3, Semona Fjallstein 1, Ann Hansen 1.
VB: Christina Holm 9, Sólrun Krosslá 6, Carol Strøm 3, Eydis Kjærbo 2, Rannvá Augustinussen 1, Sóleyð Holm 1, Arnleyð Krosslá 1.
Útvísingar: Kyndil 0, VB 1.
Diskvalifikatión: VB 1.