Hondbóltur
Síðani útlendingamálið við fundinum millum Haarder og Hoydal fekk eina fyribilsloysn, hevur VB ikki verið at steðgað.
Seinasta vikuskifti settu tær VÍF so dyggiliga upp á pláss, og hesaferð var túrurin so komin til StÍF. Kanska hevði VB eisini nakað at prógva her, tí júst StÍF var fyrsta liðið, sum sum fekk fyrimun av málinum. Ikki soleiðis at skilja, at StÍF hevði nakað við hetta at gera, og heldur ikki fyri at undirgrava avrikið hjá StÍF í Vági fyrr í heyst. Men tað er einki at ivast í, at hevði VB verið fullmannað í teirri uppgerðini, so hevði tað í øllum førum verið munandi truplari hjá StÍF ta ferðina.
Tað úrslitið stendur tó ikki til at vika, og kanska júst tí hevði VB alla orsøk til at seta alt upp á pláss, nú liðini hittust á Skála. Og í øllum førum legði VB fyri sum eitt óløgi. Áðrenn tær á heimaliðnum rættiliga høvdu funnið nakað sum helst fótafesti á vøllinum, var VB longu fokið avstað, og tær helmaðu ikki í, fyrr enn sigurin var teimum púrasta vísur.
Og við hesum tók VB oddasessin aftur, eftir at Stjørnan hevði havt hann til láns í eitt samdøgur. Enn hevur VB tó ein dyst til góðar, so einki er avgjørt enn í so máta, og seinni dysturin millum tey bæði liðini í grundspælinum liggur eisini á. Tann uppgerðin verður í Vági nú komandi vikuskifti, so einki er at ivast í, at vágbingar tá enn einaferð fara at síggja eitt topp-tendrað lið fara inn á vøllin.
Dysturin tølum
StÍF-VB 21-36 (12-21)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 6, Poula D. Olsen 5, Beinta Joensen 4, Paula B. Høgnesen 2, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Anna Maria Berthelsen 1, Anna B. Danielsen 1
VB: Aukse Vysniaskaite 11(1), Daiva Toumaite 10(3), Rannvá Augustinussen 5, Gurið Mortensen 5, Laila Jespersen 3, Margreth Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: StÍF 2, VB 7
Útvísingar: StÍF 4
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.