Langt er tað síðan, at VB/Sumba og TB hava møtt hvørjum øðrum í einum skrásettum kappingardysti. Hetta varð tó veruleiki í dag, tá ið liðini bæði møttust í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men seinni hálvleikur hevði hinvegin nógv mál at bjóða uppá. Stutt eftir steðgin skoraði Aco Pandurovic til 1-0 til VB/Sumba, tá ið hann sendi eitt langskot í netið. Seint í seinna hálvleiki setti TB Óla Johannesen í álopið, og hetta gav úrslit. Sterki landsliðsverjuleikarin javnaði til 1-1, og eftir hetta legði TB trýst á vágbingar. Tað var tó VB/Sumba, sum við tveimum málum í yvirtíðini streyk avstað við sigrinum. Birgir Jørgensen skoraði til 2-1, áðrenn Jón Krosslá Poulsen staðfesti sigurin.
VB/Sumba - TB 3-1
1-0, Aco Pandurovic
1-1, Óli Johannesen
2-1, Birgir Jørgensen
3-1, Jón Krosslá Poulsen