VB tók alt

VB vann seg aftur á næstovasta plássið í Sunset-deildini, tá tær settu Neistan upp á pláss í Havn

Hondbóltur

 

Dysturin leygardagin var ein uppgerð millum tvey av liðunum, sum hava sett sær fyri at elta Stjørnuna í oddinum av føroysku kvinnukappingini. Og skal metast eftir fyrstu styrkisroyndini teirra millum, so er tað VB, sum er betur fyri í teirri kapprenningini.

 

Skrædnaði skjótt

Grundina til sigurin stoyptu gestirnir alt fyri eitt í dystinum. Fyrstu løtuna megnaðu tær sera væl at halda Neistanum frá teimum heilt stóru royndunum, og tá VB samstundis fekk ferð á sítt álopsspæl, har alt ikki einvíst koyrdi upp á sama spælara, skrædnaði veruliga millum liðini longu fyrsta korterið.

Og tann munin vann Neistin ongan tíð aftur. VB helst støðugt dystin í einum føstum taki, har fýra-fimm mál alla tíðina vóru á muni, og tí gjørdist talan ongan tíð um tann heilt stóra spenningin.

Sigurin ber við sær, at VB í løtuni er fremsti avbjóðarin hjá Stjørnuni, og ta støðuna skulu vágbingarnir so royna at halda fast um komandi umfarið. Tá spælir VB móti Tjaldrinum, sum veruliga hevur bitið frá sær í ár, og sum aftur um vikuskiftið vísti sera góðar taktir.

Neistin noyðist fyriblis at taka til takkar við at liggja í bakhjólinum, men enn er munurin upp til restina ikki tann heilt stóri, kortini.

 

Fakta um dystin

Neistin-VB 19-23 (10-15)

10 min: 2-5

20 min: 5-10

40 min: 12-16

50 min: 16-20

Málskjúttar

Neistin: Trine Olsen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Annika Ljósstein 4, Nicoleta R. Hansen 2(2), Anja Heinadóttir 1, Elin Staksund 1, Anne Kildevæd 1, Rakul Augustinussen 1

VB: Daiva Toumaite 8(2), Bára Mortensen 5, Gurið Mortensen 4, Laila Jespersen 3, Una Egilsdóttir 1, Svava Vestergaard 1, Theresa Joensen 1

Brotskøst: Neistin 4, VB 2

Útvísingar: Neistin 3, VB 4

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen