VB til reiðar

VB hitaði upp til brakið, tá tær leygardagin vundu burturúr einum tannleysum StÍF liði

Hondbóltur

Har var eingin sum helst ivi, tá kvinnuliðið hjá VB leygardagin vitjaði á Skála.
49 mál til eitt og sama liðið er so í øllum førum ikki nakað, sum er gerandiskostur í føroyskum hondbólti, og leitast skal helst langt aftur í søgubøkurnar, um eitt slíkt tal skal finnast. Um tað yvir høvur finst innan kvinnuhondbóltin.

Mistu ikki ferðina
VB boðaði beinan vegin frá, at tær ætlaðu sær so ikki at snáva, og tá talvan eftir fyrstu 20 minuttirnar vísti 16-6, var sigurin sum so longu vísur.
Men í mun til so nógvar aðrar dystir av hesum slagnum, so høvdu VB-kvinnurar als ongan hug at seta ferðina niður. Hóast leiðslan var so ríkiliga stór, at StÍF onga vón hevði um at gera nakað sum helst, so helt liðið alla tíðina á við ágangandi spælinum. Ikki minst í verjuni, har hópur av skjótálopum vórðu fingin til vega. Máltalvan í høllini gekk stútt uppeftir, og móti endanum var størsti spurningurin helst, hvørt hon skuldi tey hálvt-hundrað ella ikki.
Tað gjørdi hon so ikki, men við 49 málum markeraði VB í øllum førum, at tær eru til reiðar at spæla oddadyst komandi vikuskifti. Ein oddadyst, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma ger av, hvørt tað verða VB ella Stjørnan, sum kunnu rópa seg meistarar, tá heiðursmerkini skulu býtast um knappar tvær vikur.

Dysturin í tølum
StÍF-VB 19-49 (10-24)
Málskjúttar
StÍF: Melica Ergic 7(2), Paula B. Høgnesen 5(1), Poula D. Olsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Ann Mari Østerø 1, Anna B. Danielsen 1
VB: Rannvá Augustinussen 10, Gurið Mortensen 10, Aukse Vysniaskaite 9, Daiva Toumaite 7(1), Leila Jespersen 7, Eydis Kjærbo 3, Rakul Olsen 1, Margreth Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: StÍF 7, VB 2
Útvísingar: StÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen