Støðan er sera ring í Vági í løtuni. Fyrst tapti besta fótbóltsliðið hjá vágbingum 8-0 móti B36, og sunnudagin bleiv VB úrlatið eina ferð afturat, hesa ferð av NSÍ, sum fór norður um aftur við einum knúsandi 5-0 sigri í viðførinum.
At VB knappliga er komið í ein aldudal, kann eingin taka feil av. Liðið hevur staðið seg væl í steypakappingini og spældi javnt 2-2 í einum góðum dysti á Tvøroyri fyri bert tíggju døgum síðani.
Men síðani hevur VB tapt tilsamans 13-0 í tveimum dystum, og nú er botnurin rokkin ? ikki bert á stigatalvuni, men eisini á vøllinum.
Vágbingar vóru púra fyri ongum vesturi á Eiðinum móti NSÍ sunnudagin. Tað bleiv til ein hálvan málmøguleika í fyrra hálvleiki, meðan tað var so eiðasørt í seinna. Tá so verjan eisini hevði útsølu, var lagamanni hjá runavíkingum at gera eitt mál fyri og annað eftir.
Tað var longu galið hjá VB, tá fýra minuttir vóru spældir. NSÍ tók eitt langt innkast. Óli Hansen leyp upp millum tveir vágbingar og snittaði bóltin víðari. Bólturin endaði hjá Sjúrði Jacobsen, sum staddur heilt afturi við baklinjuna fekk sent bóltin framvið Bjarna Johansen til 1-0.
Og fimm minuttir seinni var aftur galið. Hesa ferð var tað ein rein verjufadesa, sum gav Óla Hansen møguleikan at leggja NSÍ fram um 2-0. Ein VB-leikari skuldi leggja aftur til málmannin, men sendingin var alt ov spakulig. Ein annar VB-verjuleikari var við bóltin, men helt, at Bjarni í málinum fór at koma út eftir honum, so hann læt hann fara. Har kom so nýggi toppskjúttin í 1. deild Óli Hansen ímillum, sneiddi Bjarna av og legði bóltin í málið.
Hóttu bert einaferð
So fekk VB frið eina løtu, men tað merkti ikki, at NSÍ slepti takinum. Vágbingar komu ongantíð veruliga fyri seg, og einastu ferð, teir hóttu NSÍ-málið, var tá teir brutu ígjøgnum í høgru síðu og bólturin varð sendur hart og flatt innfyri. Men beint áðrenn Birgir Jørgensen skuldi seta fótin á bóltin, kom Dann Knudsen og sparkaði burtur.
Tað vóru eini tíggju minuttir eftir av fyrra hálvleiki, tá Óli Hansen skoraði til 3-0 og sløkti seinastu vónina hjá VB um at fáa nakað burtur úr dystinum.
Bólturin kom innfyri úr høgru síðu, og har fintaði Óli tveir mans, áðrenn hann gjørdi sítt næsta og triðja málið hjá eysturoyingunum.
Hevði tað verið nakar ivi um úrslitið hóast stóra munin á liðunum, hvarv tann ivin við hesum málinum.
Í seinna hálvleiki royndi VB at leggja trýst á fyrstu fimm-tíggju minuttirnar, men tað gav ikki úrslit, og tá hevði Óli Hansen eisini havt tveir stórar kjansir til at gera reint hat-trick.
Í staðin var tað Arnfinn Langgaard, sum á tímanum kundi økja til 4-0. NSÍ fekk hornaspark í høgru síðu. VB-verjan skallaði bóltin út, men tað endaði við einum nýggjum innleggi, sum varð snittað víðari til elsta mannin á NSÍ-liðnum, sum skoraði.
Og tá tíggju minuttir vóru eftir, slapp innskifti Eddie Mikkelsen í vinstru síðu ótarnaður at reka heilt inn móti 5-metrinum. So fór bólturin millum beinini á einum VB-ara og einum NSÍ-ara og endaði hjá Mortan Hansen, sum púra leysur kundi seta punktum fyri dystinum, sum VB tá bert vildi hava enda á.
NSÍ er framvegis ovast í 1. deild, meðan VB við stóra ósigrinum datt heilt niður á 10. og aftasta pláss í deildini. Nógvir dystir eru kortini eftir at spæla, og eftir tvey tey seinastu avrikini hjá VB kann tað nú bert ganga ein veg ? uppeftir.
Í fjør var VB eitt av teimum frægu liðunum, og broytingarnar, sum hava verið á liðnum síðani tá, eru ikki so stórar, at tað skal ganga so illa hjá VB, sum ivaleyst fer at koma fyri seg, hóast moralurin í løtuni stendur í botni í Vági.
Oddabrak sunnudagin
NSÍ hevur seks stig fyri tveir dystir, er vælkoyrandi og á odda í 1. deild.
Komandi sunnudag kemur HB á vitjan í Runavík. Júst hesi bæði liðini eru einsamøll á odda í deildini við seks stigum fyri tveir dystir. Í steypakappingini vann HB 3-0 í Havn, meðan NSÍ hinvegin vann 3-0 í Runavík. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í oddadystinum nú sunnudagin. Tað er í øllum førum vist, at vinnarin av hesum dystinum fer at liggja sera væl fyri, tí tað verða í øllum førum trý stig niður til næsta liðið.