VB varðveitir trýstið á Neistan, við enn einum sigri

Mikukvøldið vóru kvinnurnar úr StÍF á vitjan hjá VB í Vági, og talan gjørdist um enn ein sigur til Daivu og VB.

 

Stóri profilurin hjá VB hevur verið avbera góður fongur hjá felagnum, síðani hon kom hagar, og hevur hon verið við til at avgjørt teir allar flestu dystirnar. Men í hesum døgum man vera hugaligt at vera VB-viðhaldsfólk, tí eisini tær ungu byrja at vísa styrki, dirvi og áræði. Serliga Svava Vestergaard hevur skarað framúr millum hesar, og saman við Lailu Jespersen, má hon teljast millum føroysku profilarnar á rímuliga unga VB-liðnum, ið kempar um annað plássið í deildini, ið samstundis gevur rætt til finaludyst móti Stjørnuni, ið virka til at stima móti oddasessinum í stórum stíli.

 

Um vikuskiftið verður tó ein møguleiki hjá VB at vísa at tær eru klárar til at taka kampin upp við Neistan, tí tá fáa tær vitjan av júst Stjørnuni, og ikki sørt av spenningi plagar at vera, tá hesi oddalið bresta saman.

 

Dysturin verður spældur sunnudagin 13. januar og byrjar klokkan 15:00

Góðan dyst!!