VB-venjarin fer heim

VB má aftur leita sær eftir nýggjum venjara. Rasmus Stensgaard heldur ikki fram.

VB hevur í ár verið undir leiðslu av blaðunga danska venjaratalentinum, 20 ára gamla Rasmus Stensgaard, men tað er nú greitt, at tað í hesum umfari einans bleiv til tað eina kappingarárið.


Rasmus Stensgaard flytur nevniliga heimaftur til Danmarkar eftir at hetta kappingarárið er av. Hann fer í starv hjá Team Esbjerg SK, har hann skal standa á odda fyri U18-kvinnunum.


VB hevur longu mist toppskjúttan, Mathilde M. Pedersen, sum somuleiðis er farin aftur til Danmarkar, og í næstum fer eisini skaddi málverjin, Katrine Borup, heimaftur. Hon hevur slitið krossbandið.


VB liggur væl fyri at vinna sær bronsuheiðursmerkini í Hvonndeildini. Níggju dystir resta í av kappingarárinum hjá vágskvinnum, sum í løtuni eru á triðja plássi, fimm stig frammanfyri Neistan.