Tveir dystir eru á skránni í Sunset-kappingini í dag.
Klokkan 14.30 spæla Kyndil og StÍF í Havn.
Klokkan 15 spæla Stjørnan og VB. Neistin kom í gjár ájavnt VB í stigum, og tí ræður nú um hjá VB at fáa stig í trupla útidystinum, soleiðis at tær aftur kunnu skapa sær ein fyrimun í mun til Neistan.