Eitt djúpt lágtrýst, undir 975 hPa, í ein landnyrðing úr Skotlandi fer spakuliga í ein landnyrðing móti Noregi, meðan tað spakuliga fyllist. Síðani fer kaldari luft og ælaveður eitt skifti at streyma oman yvir Føroyar. Týsdagin fer eitt brúgvalag at nærkast Føroyum, men frá mikudegnum fer tað víðari suðureftir og kaldari luft við vetrarælum streymar sum frá líður inn yvir Føroyar av landnyrðingi. Fríggjadagin mennist eitt hátrýst yvir Íslandi og verður síðani leygardagin skumpað suðureftir vestan fyri oyggjarnar.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Um kvøldið makar hann vindin í lit til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 7 m/s, og um náttina niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men okkurt æl. Seinnapartin klárar í, men framvegis okkurt æl. Hitin millum 2 og 5 hitastig. Í nátt turt og lutvíst klárt og hitin niður í 3 kuldastig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 7 til 12 m/s, um náttina upp í skrið av eystri og landnyrðingi, 12 til 18 m/s. Fyrst sólglottar og yvirhøvur trut, men út á dagin skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 5 hitastig.
Mikudagin
Alt døngið stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið og náttina klárar í, tó okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum øtlar í skrið, 12 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 19 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Út á náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 7 til 12 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt, men framvegið skýggjað og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m7s. Um náttina lækkar hann støkkur hann vestur um í útnyrðing og vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 4 kuldastig og 2 hitastig.