Atlantic Airways boðar nú frá, at øll flogferðsla til og úr Føroyum er tarnað orsaka av ringa veðrinum. Tað kann helst tykjast mongum undrunarvert, at vit á hásummrið hava hesi veðurlíkindini, sum nú eisini hava sett sín dám á flogferðsluna til og úr Føroyum.
Altantic Airways boðar frá, at øll flogferðslan í dag er tarnað orsaka av ringa veðrinum.
Atlantic heitir á fólk um at fylgja við á heimasíðuni. Nærri boð verða klokkan 16.00.