Veðrið um høgtíðina

Eitt kalt rák av eystri, seinni norðri liggur yvir okkum. Í næstu viku koma væntandi fleiri lítil lágtrýst tætt framvið Føroyum.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 4 stig. Í nátt lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Páskaaftan

Lot til andøvsgul av høgætt, 3 til 8 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul av norðri, upp í 10 m/s. Samdrigið og í støðum ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Um náttina yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Páskadag

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og møguliga kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina um frostmarkið.

 

2. páskadag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men í støðum kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Týsdagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í skrið millum útnyrðing og landsynning, 10 til 18 m/s, seinni makar hann vindin í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað, kavi og vátaslettingur og hitin um frostmarkið.