Veður og veðurlag á breddan

Kemur ofta fyri at tað er kavi jólaaftan, er veðrið verri nú enn fyrr, eru ógvusligar skaðaódnir nýtt fyribrigdi, kunnu kirkjuskjøl siga nakað um veður og samfelag? Á hvørjum ári verður í øllum norðanlondum hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.

Áttanda árið á rað hevur Landsskjalasavnið í hesum sambandi ?opið hús?. Høvuðsgoymslan og lesistovan á Debesartrøð í Tórshavn verða opnar fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18.

Í ár hava øll norðurlendsku søvnini valt at leggja dent á evnið ?Veður og veðurlag?.

Á Landsskjalasavninum er stór nøgd av tilfari, ið hevur samband við veður og veðurlag ? bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tilfar er um vanlukkur, ið hava staðist av illveðri, um hvørja ávirkan veðrið hevur havt á innløgu og vinnumøguleikar, hvørja ávirkan veðurlagið hevur á fólk og fæ, samferðslu og annað Á hesum myndatalvum sæst millum annað hvussu ymiskt hagfrøðisligt keldutilfar kann siga okkum nakað um hvørjum føroyingar livdu av fyrr í tíðini, hvørji frábrigdi vóru frá ári til ár, tal av neyti og seyðum umframt fólkatalið. Rolf Guttesen, adjungeraður lektari í søguligari geografi á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur savnað og sett upp tilfarið.

Í samband við dagin verður fyrilestur, ið nevnist ?Søguligar illveðurshendingar í Føroyum?. Tað er náttúrulandafrøðingurin Lis Mortensen, sum heldur fyrilesturin.

Áhugaverdi fyrilesturin verður í loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini leygardagin klokkan 16.