Veddingafyritøkurnar: Nú eru Føroyar favorittar

Føroyski sigurin á Danmark var ein skelkur fyri veddingarfyritøkurnar. Nú hava tær saðlað um

 

Eisini fyri altjóða veddingarfyritøkurnar var tað ein minni skelkur, at føroysku U20-mennirnir sigraðu á Danmark í EM-endaspælinum í Portugal. Føroyar vunnu fyrr í dag 33-32 (15-15) á Danmark í einum minniligum dysti.

 

Undan dystinum móti Danmark vóru gjøgnumsnitsoddsini uppá danskan sigur 1,22, meðan gjøgnumsnitsoddsini uppá føroyska sigur vóru 5.28.

 

Nú hava sjey altjóða veddingarfyritøkur saðla um undan dystinum móti Slovenia í morgin klokkan 12. Tí nú eru Føroyar favorittar til at vinna dystin.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1.42 og 1,46. Oddsini uppá sigur til Slovenia liggja millum 3,30 og 3,60.

 

Her eru oddsini uppá dystin móti Slovenia: 

 

##med2##