Seinnapartin í dag klokkan 17 taka Aserbadjan ímóti Føroyum á Olympic Stadium í Baku. Veddingarfyritøkurnar vænta ikki, at Føroyar fara at klára seg væl og hava Aserbadjan sum greiðan favoritt.
Á Bet365 fær mann pengarnar sjey og eina hálva ferð aftur, um Føroyar vinna. Javnleikur gevur næstan fýra ferðir aftur, meðan ein Aserbadjan sigur einans gevur pengarnar hálvaaðru ferð aftur.
Bet365 væntar ikki, at bæði liðini fara at fáa mál. Odds 1,53 er uppá, at bæði liðini ikki skora, meðan oddsið eitur 2,37 uppá, at bæði skora.
Ein onnur veddingarfyritøka, Unibet, trýr eitt lítið sindur meira uppá Føroyar í hesum dystinum. Her eru oddsini 6,50 uppá føroyskan sigur, javnleik 3,80, meðan oddsið uppá ein sigur til Aserbadjan er 1,55. Veddingarfyritøkan, Bwin, hevur sett oddsini uppá Føroyar til 6,25, meðan Aserbadjan og javnleikur er eins og hjá Unibet.
Høgu oddsini mótvegis Føroyum eru allarhelst ávirkað av, at Aserbadjan hevur heimavøll, og teir vunnu 3-0 á Føroyum á útivølli á Tórsvølli seinastu ferð. Um veddingarfyritøkurnar undirmeta føroyska liðið, finna vit útav í kvøld.