Vónirnar eru høgar, og lagið er gott í føroyska U21 landsliðshópinum áðrenn U21 EM undankappingardystin ímóti Finnlandi á Tórsvølli í kvøld klokkan 18, har ókeypis atgongd og gott veður vónandi fer at geva ein dyst við nógvum áskoðarum. Rás2 sigur annars frá dystinum. Byrjað verður við upptakt klokkan 17.20.
24 altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá U21 EM-undankappingardystin á Tórsvølli í kvøld. Sambært hesum veddingarfyritøkunum er finska U21 landsliðið rættiliga stórur favorittar til at vinna dystin í kvøld.
Pinnacle Sports hevur hægsta oddsið uppá finskan sigur. Pinnacle Sports bjóðar 1,42 í odds uppá finskan sigur. Tipico hevur lægsta oddsið uppá finskan sigur, sum er 1,35.
Lægsta oddsið veddingarfyritøkurnar hava uppá føroyskan sigur á Tórsvølli í kvøld er 6,50 í odds. Pinnacle Sports hevur minst tiltrúgv til føroyska U21 landsliðið. Teir bjóða 8,66 í odds uppá føroyskan sigur í kvøld.
Gjøgnumsnittið av oddsunum hjá teimum 24 altjóða veddingarfyritøkunum er 7,36 uppá føroyskan sigur, 4,34 uppá javnleik, og 1,38 uppá sigur til Finnland.