Mikukvøldið klokkan 20 tekur føroyska manslandsliðið í hondbólti móti Kekkia í EM-undankappingardysti í høllini á Hálsi í Havn.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Longu komandi leygardag møtast liðini aftur niðri í Kekkia.
Talan er um eitt sterkt mótstøðulið, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Egyptalandi seinni í januar.
Teir sum eru úttiknir at umboða Føroyar móti Kekkia eru:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
13 veddingarfyritøkur bjóðað odds uppá EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia í høllini á Hálsi mikukvøldið klokkan 20.
Kekkia er greiður favorittur, men kanska ikki so stórur favorittur sum onkur vildi spátt. Lægstu oddsini fyri kekkiskan sigur eru 1,22, og hægstu oddsini fyri kekkiskan sigur eru 1,30.
Lægstu oddsini fyri føroyskan sigur eru 4,75, og hægstu oddsini eru 5,25.
Oddsini uppá javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt úrslit fyri Føroyar liggja millum 9,00 og 11,50.
Oddsini hjá teimum 13 veddingarfyritøkunum eru hesi:
Veddingarfyritøkur: Føroyar-Kekkia | 1 | x | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 5.25 | 9.50 | 1.25 | ||
1xBet | 4.96 | 11.50 | 1.30 | ||
bet-at-home | 4.50 | 9.80 | 1.24 | ||
bet365 | 5.00 | 11.00 | 1.27 | ||
Betclic | 5.00 | 11.00 | 1.27 | ||
Betfair | 5.00 | 10.00 | 1.22 | ||
Betsafe | 5.05 | 11.00 | 1.27 | ||
Betsson | 5.05 | 11.00 | 1.27 | ||
BetVictor | 4.80 | 10.00 | 1.25 | ||
BetWay | 4.75 | 10.00 | 1.25 | ||
ComeOn | 5.25 | 9.00 | 1.24 | ||
InterWetten | 4.80 | 10.00 | 1.27 | ||
William Hill | 5.00 | 11.00 | 1.25 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 4.95 | 10.37 | 1.26 |