Veddingarfyritøkurnar hava Russland sum risafavoritt

Góði føroyski sigurin á Kekkia fær ikki altjóða veddingarfyritøkur at ivast í, at Russland vinnur á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn

Ein skuldi trúð, at góði føroyski sigurin á Kekkia fekk altjóða veddingarfyritøkurnar at trúgva meir uppá føroyska manslandsliðið í hondbólti, men soleiðis er slettis ikki.

18 altjóða veddingarfyritøkur eru ivaleysar í, at Russland er risafavorittur at vinna EM-undankappingardystin í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 17.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Hægstu oddsini fyri russiskan útisigur eru 1,06, og lægstu oddsini fyri føroyskum heimasigri eru 12,0. Lægstu oddsini fyri javnleiki eru 18,0.

Tað fer uttan iva at krevja fleiri føroyskar sigrar áðrenn veddingarfyritøkurnar fara at byrja at trúgva uppá Føroyar. 

Oddsini hjá veddingarfyritøkunum eru hesi: 

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Russland:1X2
10BET  20.00 18.00 1.03
1xBet  16.00 22.00 1.05
888sport  12.00 19.00 1.03
bet-at-home  13.00 22.00 1.02
bet365 13.00 18.00 1.06
BetClic  15.00 25.00 1.03
Betfair  18.00 31.00 1.03
Betsafe  15.00 22.00 1.04
Betsson  15.00 22.00 1.04
Betvictor  13.00 23.00 1.03
Betway  12.00 21.00 1.02
bwin  13.50 20.00 1.02
ComeOn  20.00 18.00 1.03
Interwetten  15.00 25.00 1.03
Unibet  12.00 19.00 1.03
William Hill  13.00 19.00 1.02
youwin  17.00 34.00 1.02
Gjøgnumsnitsodds: 14.8522.241.03